Vestmenningur og Fram bíðja eftir landing

Gulllaksaskipini Vestmenningur og Fram komu á Vestmanna í dag, teir hava 180 tons inni.

Teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn hósmorgunin, tí á virkinum Atlantis er so nógvur gulllaksur niðurfyri. Gulllaksaskipini Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landaðu 200 tons í gjár, tí má arbeiðast undan, áðrenn farið verður at landa teir, sum komu inn í dag.

Í løtuni er tað bara Atlantis í Vestmanna, sum arbeiðir gulllaks, Tavan gavst í farnu viku, tí teir hava nokk av liðugtvøru til sáttmálan í ár.