MASTER róður millum 10-mannaførini var hugvekjandi. Sunnbingur, Skálabáturin og Vestmenningur hava ofta vunnið. Fjórði báturin var Nólsoyar Páll, sum er gamli Klaksvíkingur. Hann var mannaður við havnarmonnum, sum teir flestu áður hava verið við til at manna Havnarbátin.
Kappingin um fremsta plássið stóð millum Vestmenning, sum leingi var nógv fremstur, og Nólsoyar Páll, sum átti flestu kreftirnar í endaspurtinum, men sum kortini ikki megnaði at gera nakað við Vestmenning. Vestmenningar hava ofta vunnið á ólavsøku. Tey seinnu árini hava teir ikki luttikið í kappingini millum 10-mannaførini. Sigurin í dag fer kanska at birta undir, at ungir vestmenningar fara at bjóða seg fram aftur í kappingini millum 10-mannaførini.
1 Vestmenningur 04:28.24
2 Nólsoyar Páll 04:30.20
3 Skálabáturin 04:44.07
4 Sunnbingur 04:52.24