Vesturliðið strýkur avstað

Í dag vann 07 Vestur 5-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá AB

Tað gongur við tann spentar ál hjá 07 Vestsur. Vágaliðið, sum umframt úr Vágum hevur manning úr eitt nú Kvívík og Vestmanna, hevur ikki tapt í ellivu teimum fyrstu umførunum. Úrtøkan er níggju sigrar og tveir javnleikir.

Í dag var tað toppur ímóti botni á Argjum. Tað endaði við 5-1 07 Vestur sigri eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Harvið hevur 07 Vestur tríggjar tær síðstu ferðirnar vunnið fulla úrtøku við samlaða málmuninum 21-8!

 

Danski álopsspælarin Søren Nielsen var tvífaldur málskjútti. Harvið er hann toppskjútti í deildini við tíggju málum. Argjamenn vóru so galantir at gera eitt sjálvmál. Hini málini skoraðu Holgar Durhuus og Tóki á Lofti, sum sambært 07 Vestur heimasíðuni var besti maður á vølli. Myndin av honum er av heimasíðuni hjá toppliðnum.

Einsamalla AB málið skoraði Hørður Tórsson.

 

07 Vestur er topplið við 29 stigum, og AB er aftast við fimm stigum.

 

mynd: www.07vestur.fo