Vesturskin virkar væl

Vesturskin virkar væl

Toftir: Í september mánaða 2004 tók Nes kommuna nýbygda eldrasambýlið Vesturskin í nýtslu, har pláss er fyri 16 búfólkum.
- Heimið hevur virkað væl og umframt fólk úr Nes kommunu, hava eisini fólk úr øðrum kommunum búð á heiminum í stytri tíðarskeið.
Tað sigur kommunan í samandrátti til ársroknskapin fyri 2005.
Umframt Vesturskin, hevur Nes kommuna saman við hinum kommununum í Eysturoy eisini víðkað Eysturoyar Røktar-og Ellisheim í Runavík við 24 búplássum.
- So, nú er tørvurin nøktaður, sigur kommunan.
Parturin hjá Nes kommunu av víðkanini av Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi er 544.000 krónur um árið í trý ár