Vetrarkuldi órógvar Landsverk

Á Landsverki eru tey í døp­ur­huga, tí tað hevur verið kalt í febr­u­ar­mán­aði. Tað kom sum eitt sjokk. Hesum høvdu tey als ikki roknað við. Tí hava tey plan­lagt, at vegarbeiðið í Hós­vík, sum ikki kann gerast í kulda, skuldi gerast í januar, febr­u­ar og mars­mánaði.

Men at hann kann koma við kava og kulda hesa ársins tíð, tað høvdu klóku høvdini á fjálgu skrivstovunum við Ting­­­hús­­­veg­­in í Havn ikki í sín­um villasta fantasii rokn­að við.
Men so var, og tí mugu ferð­­andi á lands­veg­num á Hós­­víks­leið­ini smyrja seg við at skula bíða fyri reyðum ljós­­um í vana tíð aft­urat.

Landsstýrismaðurin í inn­lend­is­málum, Kári P. Høj­gaard, er als ikki nøgdur við, hvussu tey á Landsverki lesa veðr­ið. Hann sigur í svari upp á grein 52 spurning frá Helga Abr­ahamsen, at hann als ikki er nøgd­u­r við, at ein slík høv­uðs­far­leið verður skerd so leingi, og hann harmast um tann ampa, sum tey ferð­andi hava av hesum.

Men sambært Kára P. Høj­gaard, so verð­ur ar­beið­ið lið­ugt fyri í juni mánaði, um alt­so tað ikki aftur verður darv­að av kulda.

– Eg fari at taka upp spurn­ing­in við Lands­verk um, at slík arbeiði í fram­tíð­ini verða gjørd, so tey ikki verða ferðsl­uni til ampa í ov stór­an mun, sig­ur lands­stýr­is­­mað­ur­in við inn­lend­is­mál­um í svar­ið sín­um, sum eftir øll­­um at døma er skrivað á Orkn­oyggj­um, har hann var á ferð umvegis Skotland, Ongland og Dan­mark.