Vetrarmótin í hásætið

Sosialurin var og hugdi at mótasýningini hjá Miðbýarfelagnum, sum var í Hotel Føroyum mikukvøldið.
Tað vóru nógv fólk, sum høvdu leitað sær niðan mótasýningina.
Bæði smá og stór, ung og eldri sýndu fram nýggjasta vetrarmótan.
Mótin var alt frá ítróttarklæðum, hip-hop klæðum til fínar veistlukjólar, brúðarklæði til brúðgóm og brúður, og so var tann føroyski búnin eisini at síggja.

Litir
Mótin, sum var at sýndur fram, var sera fjølbroyttur. Hjá teimun meira tilkomnu var tað til kvinnurnar mest brúnt og grátt og so kanska okkurt svart ímillum. Til teir tilkomnu harrarnar vóru litirnir mest svart og grátt. Tað var rættiliga nógv føroyskt tilfar at síggja.
Hjá teimum ungu dreingjunum, gekk liturin reytt aftur. Strípur, stórir jakkar til tannáringarnar og víðar buksur til dreinginar. Stuttar blusur við stuttum niðurdeilum a lá Britney Spears til genturnar. Til nakrar av buksunum hjá dreingjunum vóru stórar ketur, meðan genturnar ístaðin brúktu stór hálsprýði. Nøkur vóru eisini latin í ítróttarklæði.
Til tey yngstu vóru tað ljósir litir til genturnar, mest ljósareytt. Til dreinginar var tað meira myrkir litir, t.d. grønir, bláir og svartir litir.
Smúkkur vóru eisini at síggja á mótasýningini. Tað var Niels L. Arge sum sýndi fram. Millum annað vóru hálspýði, ringar, armbond og oyralokkar.

Sýningin
Verturin til mótasýningini var eingin minni enn James Olsen. Uppgávuna megnaði hann sera væl, og samanumtikið var sýningin væl eydnað. Øll, sum høvdu atgongumerki, høvdu møguleikan at vinna karramellur, dekoratiónir og høvuðsvinningurin var ein ferð fyri tvey við Maersk Air til París.
Handlarnir sum luttóku vóru hesir: Alv, Bamsan/Total, Events, Thomas Dam Ítróttur, Fljóðið, Hjá Kissa, Kallkyn, Línbúðin, Niels L. Arge, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Sporty, TM Junior, Wilma, Vogue og Wrangler.