Veturin byrjar av álvara

Næstu dagarnar verður kalt og kavi

- Hesa vikuna kunnu vit vænta kulda og kava. 

 

Tað sigur veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen.

 

Í morgin verður rættiliga nógvur vindur, onnkrastaðni upp í 24 metrar um sekundi. Um dagin fer at regna, og okkurt vátaslettingsæl kann væntast. Um kvøldið fer at kava, og hitin fer at liggja millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Mikudagin kunnu vit vænta storm av norði og kavaæl, men um kvøldið minni vindur og yvirhøvur turt. Hitalagið verður millum 1 kuldastig og 3 hitastig. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar, har hann millum annað væntar niður í 5 kuldastig fríggjadagin og leygardagin.