Løgreglan í Havn hevur havt eitt heldur strævnari vikuskifti enn vanligt. Teir hava snøgt sagt havt úr at gera.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fleiri bilar stolnir
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fleiri bilar eru stolnir í Havnini í vikuskiftinum, og hvørja ferð hevur trupulleikin verið, at eigararnir hava latið lyklarnar staðið í bilinum. Leygarkvøldi stóð ein bilur parkeraður uttanfyri eini hús í Havnini í á leið tveir ella tríggjar minuttir. Førarin hevði bert eitt lítið ørindi, og tá hann kom útaftur, var bilurin vekk. Løgreglan gjørdi skjótt av, og lítla løtu seinni funnu teir bilin niðri á Skálatrøð. Maðurin, sum hevði stolið bilin, sat í bilinum, og hann var ávirkaður.
Tveir aðrir bilar blivu eisini stolnir í vikuskiftinum. Náttina til fríggjadagin bleiv ein bilur stolin uppi á skúlaheiminum og náttina til leygardagin bleiv ein stolin í Villumsgøtu. Báðir blivu funnir aftur, men gerningsmenninir eru ikki funnir.
Eisini hava nakrar ferðsluólukkur verið í vikuskiftinum. Fríggjakvøldi rendi ein bilur á niðri við Café natúr. Alt týddi uppá, at førarin hevði koyrt ov skjótt, og hann rýmdi eisini av staðnum. Løgreglan fór út at leita, og løtu seinni bleiv bilurin funnin á Ringvegnum. Tá vísti tað seg, at maðurin var ávirkaður, og hann missir tí koyrikortið. Ein onnur ferðsluólukka var norðuri í Hvalvík sunnumorgunin kl. 6. Ein hevði rent útav vegnum, og bilurin hevði fingið stóran skaða. Førarin hevði fingið onkrar smærri snuddir og bleiv tí sendur á landssjúkrahúsið. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður. Meðan løgreglan var á staðnum í samband við ferðsluóhappið, steðgaðu teir einum øðrum bili, har førarin var ávirkaður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samkynd hótt við lívinum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Aftur í vikuskiftinum hava samkynd verið fyri ágangi í Havnini. Náttina til fríggjadagin ætlaðu fimm ella seks unglingar at leypa á ein samkyndan mann. Maðurin slapp sær kvikliga inní ein hýruvogn og megnaði at lasa hurðina, áðrenn hesir unglingar fingu fatur á honum. Og fríggjakvøldi bleiv ein annar samkyndur maður hóttur við lívinum, tá hann bleiv ringdur upp heima. Hann meldaði til løgregluna, og løgreglan hevur í hesum sambandi handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt uppringingina.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Motorsúkkla koyrdi <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="261 km/t"$?$end$!$261 km/t</st1:metricconverter$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fríggjakvøldið máldi løgreglan tríggjar motorsúkklur at koyra ov skjótt í tunlinum millum Kollafjørð og Kaldbak. Ein av motorsúkklunum bleiv máld at koyra heili <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="261 km/t"$?$end$!$261 km/t</st1:metricconverter$?$end$!$. Løgreglan fekk ikki hendur á manninum, tí hann koyrdi ov skjótt, men teir fingu nummarplátuna og hava funnið útav, hvør maðurin er. Hann verður væntandi ákærdur fyri skilaleysa koyring innan alt ov leingi.