Viðareiðis skúli

-

Í desember 1986 var nýggjur skúli tikin í nýtslu á Viðareiði. Fyrsti skúlastjóri, (ella: skúlaleiðari) var Selmar Jacobsen av Morkranesi. Núverandi skúlastjóri er Anita Køtlum Petersen av Viðareiði. Viðareiðis skúli er ímillum teir best fungerandi her á landi, verður sagt millum manna. Til sjálvan vígsludagin yrkti Andrias Justesen Viðareiði hendan sang, sum eg fari at loyva mær at endurprenta. - At Andrias hevur miklar gávur, endurspeglast í sanginum.


Lag: Har bylgjan leikar

Har hav og fjøll hitt slætta eiðið randa,

har summarnáttin fevnir teg so blíð,

har jørð og himmal brátt í einum standa,

eitt fólk sær bústað fann í farnu tíð.


Her liva var í grýtislendi kørgum

í bardaga við ódnarmátt og svongd.

Í opnum báti, haga, urð og bjørgum

varð gingin lívsins harða skúlagongd.


Var stundum neyð, so hoyrdist valla knarran;

í lívsins leiki kendi hvør sín lut.

Alt verk varð gjørt í áliti á Harran,

frá foldum fór hvør sá í trúgv á Guð.


Og bygdin broyttist, aðrar tíðir komu,

her vísir tektu onnur mið og mál,

á vísdómsleið sær hægri virði nomu,

við lítlum neista birtu lærdómsbál.


Av breyði eina ei vit kunnu liva,

tí savnast vit nú innan skúlagátt,

her lærast skal at rokna, lesa, skriva,

við kunnleika at menna andans mátt.


Tøkk fái allar kønar, ídnar hendur,

ið hesa borg frá grundum hava bygt.

Sum mentardepil snøggur skúlin stendur

- ein borgan fyri trivnaði og trygd.


Í hesi fagnarstund vár hugur ferðast

í takkarlæti til ta farnu fjøld.

Ta menning, sum nú víðari skal berast,

við teimum flyta vit úr øld í øld.

Bygdarmaður