Viðbrekin sjóøki skulu verjast

Á fundi í London hevur NEAFC samtykt eina skipan um at verja viðbrekin sjóøki Nýggja skipanin skal verja viðbrekin havøki í altjóða sjógvi móti skaðiligum árinum av botnfiskiskapi, og hon er gjørd eftir sama leisti, sum NAFO kom ásamt um fyrr í ár.

Samtyktin ber í sær, at verandi NEAFC- leiðir í altjóða sjógvi, har botnfiskiskapur hevur verið síðani 1987, skulu skrásetast, og at fiskiskapur á leiðum, sum eingin fiskiskapur við botnreiðskapi hevur verið á, verður roknaður sum royndarfiskiskapur.

NEAFC fer seinni í ár at útgreina mannagongdir fyri slíkan royndarfiskiskap. Herumframt fer NEAFC at gera eitt yvirlit yvir serliga viðbrekin havøki í NEAFC-øki, so metast kann, hvørt royndarveiða eftir 2009 kann hava skaðilig árin á havbotnin.

Kelda: Kringvarpið