Við einglum og djevlum í andalusisku fjøllunum

Búi Dam hevur seinastu tíðina verið í Spania og arbeitt við eini barnabók og tónleiki til ikki færri enn tvær fløgur, ið báðar taka støðið í mytologiskum evnum.

 Tónleikur og bókmentir
 
Høgt uppi í Andalusisku fjøllum eitt fitt pettið úr bygdini Monachill, situr føroyski gittarleikarin, sjónleikarin og nú eisini rithøvundurin Búi Dam, og skrivar eina barnabók og tónleik til tvær fløgur.
Í eini lítlari smáttu, kringsettari av fjøllum situr hann og skrivar á síni teldu, ið fær streym frá sólpanelum, og sól er nokk av. 300 dagar um árið skínur sólin í Monachill.
 
Onga telefon
Búi hevur valt at latið telefonina ligið eftir í Føroyum, og livir heilt uttan órógvandi samband við umheimin. Tó fer hann á internetið av og á, og við telduposti heldur hann sambandi heim. Tað var eisini umvegis telduna, at eg gjørdi samrøðuna við hann.
 
Longdist eftir sólini
Eg spurdi hann hvussu ein føroyskur gittarleikari endar í andalusisku fjøllunum?
Búi svaraði: Bráðliga ein morgun vaknaði eg við einum longsli eftir sólini. Eg leitaði inni í bollanum eftir onkrum, sum eg kendi, sum var nær sólini, og beinavegin kom Durita Holm til mín. Hon hevur verið búðsitandi í Spania í nøkur ár nú. Eg e-mailaði og segði sum var, mær longdist eftir solini. Durita segði mær, at hon átti eina primitiva smáttu uppi í fjøllinum, sum eg var vælkomin at leiga. Eg setti beina kós móti Monachill í Andalusia. Staðið har sólin skínur 300 dagar um árið.
Búi fíggjar túrin við peningi, hann vann sær fyri leikin Hvat er hattar. Hann livir minimalistiskt fyri, at peningurin skal røkka.
 
Friðurin teskar
Búi býr nú í smáttuni hjá Duritu Holm. Hann sigur umhvørvið geva sær nógvan íblástur. Tað at sita einsamallur í longri tíð við fagrastu natúru og arbeiða gevur honum nógv. Hann heldur seg ongantíð hava verið so kreativan áður og finnur leiðir, ið hann ikki helt funnust.  Serliga er tað friðurin her, sum teskar mær alskins søgur og løg, sigur Búi.
 
Býr í einum urtagarði
Hann sigur, um umhvørvið hann býr í Storsligin fjøll hevja seg rundan um meg. Alskins trø og plantir veksa vilt og vakurt, og sólin vitjar næstan hvønn dag. Smáttan, sum eg búleikist í, liggur í stórum garði, sum er fyltur við trøum, har víndrúir, blommir, súreplir, fersken og oliven vaksa.  Eg havi eitt solpanel, sum ger mær tann vælsignaða beina at fóðra mær telduna hvønn dag. Eisini havi eg ein gassovn og eitt gasskøliskáp. Hetta er í mínum huga eitt tað størsta mysteriumið yvirhøvur - Hvussu kan ein gassflamma geva kulda?.
 
Skrivar barnabók
Búi er kendur, sum framúrskarandi gittarleikari, úr bólkum sum Deep End, 200, Ivory, Headache Blues Treo og alskins jassbólkum. Tí er tað ikki so løgið, at hann skrivar tónleik. Men hann skrivar eisini eina barnabók. Eg spurdi hann, um hvussu hann hevði fingið hetta hugskotið.
Hetta er fyrstu ferð, eg skrivi. Eg havi altíð sagt, at ein fagran dag fari eg í holt við at skriva eina bók. Sum sagt so gjørt. Hetta er ein nýggjur litríkur heimur, sum er latin upp fyri mær. Mær dámar væl at traðka inn í hugflogsheimar og síggja hvat hendur har og síðani festa tað á papír. Eisini lesi eg eina rúgvu, til tess at suga alt til mín, sum eg kann. Eg læri eina rúgvu úr góðum føroyskum bókum, bæði av føroyskum uppruna og týddar.
 
Barnaskúlar fyri vaksin
Tað fellur mær natúrligt at skriva til børn, tí eg havi áður arbeitt við børnum, og ti eg havi altíð verið sera drigin at barna heiminum, hugflog teirra er stórsligið.
Børn eru ótrúlig. Tey hava lært meg ometaliga nógv um lívið. Tey læra ein at lívið er her og nú og onga aðrastaðni. Var tað upp til mín, høvdu vit eisini skúlar, har børn undirvístu okkum vaksnu.
Búa dámar væl arbeiðið við at skriva, og hann ætlar sær avgjørt at skriva meira. Tað fellur mær sera natturligt, serliga hetta við at arbeiða einsamallur. Eg havi lyndið til at gerast heldur ráðaríkur, tá eg arbeiði við fólki, flennir hann.
 
Tvær fløgur
Búi skrivar tónleik og fyrireikar tvær fløgur til innspælingar eina á enskum og eina instrumentala við heitinum Guðs Sirkus. Hann greiðir frá, at Guðs Sirkus var eitt verk, ið hann skrivaði til Summartónar 2005. Verkið er í Búasa stíli. Hann er uppvaksin saman við tveimum sjónleikaraforeldrum og dámar væl at brúka eitt sindur av drama í sínum tónleiki. Hann sigur, at rokkurin er ein partur av honum, og fer altíð at vera tað, tí er lagaskrivingin eisini ávirkað av hesum.
Hann greiður frá Guðs Sirkus er grundað á ein monolog, sum snýr seg um, tá Guð blakar Lucifer niður til Heljar. Monologurin setir spurningin: Kanska er Guð óndur og Satan góður. Tittulin kemst lutvíst av monologinum og luttvíst av, at eg eri sera áhugaður í mytologi, men mest tí, at eg haldi, at vit í Føroyum liva í einum Guðs Sirkusi.
Búi sigur, at tónleikararnir, ið hann ætlar at lokka at luttakað í sínum djevilsku ætlanum, eru gott heiðið fólk, men hann hevur ikki spurt tey enn og vil tí ikki nevna nøkur nøvn.
 
Enska fløgan
Hin fløgan er, sum sagt, ein fløga við sangi. Hann greiður frá um upprunan til hesa fløgu. Eg sat einsamallur í einum hotel kamari í Berlin við gittara í hond.Bráðliga komu nøkur løg við enskum teksti til mín. Eg veit ikki hví, men tað var eins og, goysti eg tey bara úr mær. Tekstir um kærleika, erotik, devlar og einglar.
Hann greiður frá, at hann fær nógvan íblástur frá mytologiskum lesnaði, so sum bøkurnar hja Joseph Campbell, og hetta merkir tekstirnar. Annars eru tekstirnir um lívið hjá honum og hansara medmenniskjum.
 
Syngur sjálvur
Búi hevur ikki stórar sangroyndir. Í tíðini í 200 var hann partur av eyðkenda rópikórinum. Tí spurdi eg, hvør skuldi syngja á fløguni? Eg syngi sjálvur. Sangirnir eru so mikið eg - at eg haldi ikki nakar annar sleppur at syngja teir, nei tvætl, ella? At syngja er eisini nýtt fyri meg. Tað var Kim Hansen, sum segði "Búi byrja at syngja"  tá eg enn einaferð hevði staðið og gramt meg um gøið í míni høgru hond, sum ger, at eg fái illa spælt.
 
Heim aftur til jólar
Búi hevur nú verið í Spania nakrar mánaðar, og tíðin er um at verða av. Um miðjan desember kemur hann heim aftur, ivaleyst sera sólbrendur, og væntandi væl áleiðis við trimum listaverkum, ið fara at ríka um føroyska mentanarlívið.