Viðgekk seg sekan í drápi og slapp undan deyðadómi

Amerikanski hermaðurin James P. Baker hevur viðgingið, at hann neyðtók eina 14 ára gamla irakska gentu, áðrenn hann myrdi hana og familju hennara.


James P. Baker gjørdi av at játta seg sekan, tí á tann hátt sleppur hann undan deyðarevsing. Tað sigur verji hansara, David Sheldon, við AP.

Tilburðurin í iraksku bygdini Mahmoudiya verður sagdur at vera ein av teimum ringastu, sum hermenn hava framt ímóti sivilfólki í Irak. Sambært ákæruritinum hjá amerikanska hernaðardómstólinum gjørdu fýra hermenn seg inn á ta 14 ára gomlu gentuna Abeer Qasim Hamza al-Janabi í mars í ár. Aftaná drupu teir hana, foreldur hennara og eina seks ára gamla systir, so eingin skuldi avdúka illgerðina.

Í rættinum boðaði James P. Baker frá, at hann var sekur, og hann vitnaði ímóti hinum trimum hermonnunum. Teir hava ikki játtað seg sekar og kunnu tí fáa deyðarevsing, verða teir dømdir sekir, skrivar AP úr Fort Capbell í Kentucky, har hernaðardómstólurin er.