Alternativ viðgerð
Nýggj kanningarúrslit hjá sjálvstøðuga vísundagranskaranum í USA, dr. ph., Huldu Clarke, vísa á, at ein ávís orsøk er til alt krabbamein. Í bók síni, ?The cure for all canser?, sum merkir ?grøðing av øllum krabbameini?, skrivar hon, at ein nágreinilig orsøk er til, at krabbamein mennist í kroppinum. Bókin viðger eisini, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast og lekjast.
Clarke sigur, at hon í 1990 rakti við sonnu orsøkina til krabbamein, sum er ein ávísur parasittur. Tá ið orsøkin var funnin, kundi hon fara undir grøðingina. Fyri at prógva tað, hon var komin fram til, setti hon sær eitt mál, ið var at grøða 100 fólk, sum høvdu ymisk sløg av krabbameini. Eftir hetta, kunngjørdi hon tey úrslit, hon var komin fram til. Clarke náddi sínum máli í desember 1992.
Olga Hentze, føðsluráðgevi, sum er fødd í Ruslandi, men sum nú býr í Føroyum, er komin til Føroya við viðgerðarháttinum hjá Huldu Clarke. Hon hevur vent sær til Sosialin og vil fegin greiða frá tí, hon veit at siga um orsøkina til krabbamein, og hvat alternativi viðgerðarhátturin hjá Huldu Clarke byggir á.
Vit spurdu hana, hvat hon veit at siga um henda viðgerðarhátt.
- Hetta er eitt úrslit av 11 ára longum kanningararbeiði hjá læknanum,
Clarke, sum ikki einans byggir á laboratoriukanningar, men eisini á verulig úrslit. Clarke hevur uppfunnið eina sonevnda krabbadiagnosu, ið verður staðfest við syncrometuri. Hetta er eitt sjúkugreiningartól, sum kann finna sjúkuelvandi lutir og eitur í menniskjum eins og í handilsvørum, eitt nú evnum til hárvask. Hennara viðger byggir á náttúrligan heilivág, t.d. urtir og annað ískoyti. Viðgerðin verður framd við sonevnda tólinum, ?zapper?, ið er eitt terapentiskt bylgjutól.
Men hvat heldur so Hulda Clarke, at krabbamein í veruleikanum er?
- Krabbi er eitt hjáárin av nærveru við eitt ávíst slag av parasittum og
upphópingum av eituri. Krabbi er ikki ein permanent dreparasjúka. Sjúkan kann á løgnan hátt burturbeinast við røttu viðgerðini við at lætta um byrðuna hjá verjuskipanini í kroppinum. Hetta gerst við at drepa parasittar á øllum støðum við viðgerðarháttinum hjá Clarke og við at reinsa umhvørvið fyri eitur.
Hugsar Clarke meðni um ein ávísan parasit?
- Ja, hon hugsar um flíggj (á enskum fluk) í gørnunum á fólki. Fyri at fáa
krabbamein, mást tú hava henda parasittin. Vit fáa hann í okkum við at eta rátt, turt ella illa kókað kjøt ? ella við at drekka ókókaða mjólk. Vit kunnu eisini fáa parasittin við ikki at vaska okkum um hendurnar eftir at hava verið á wc og við at kyssa kelidjór. Flíggj kann eisini berast við kropsvætu frá einum smittaðum persóni til ein ikki-smittaðan. Ein orsøk kann vera kossar og kynslig samvera. Frísk fólk, sum búgva saman við fólki, ið bera henda parasittin, kunnu eisini verða smittað.
Olga sigur, at parasitturin livir vanliga í gørnunum, har hann ikki ger skaða, men kemur hann t.d. í livrina, kann hann elva til krabba.
- Parasitturin kemur bert í fólk, sum hava isopropylalkohol í kroppinum. Tí er
tað isopropylakoholið, sum er veruliga orsøkin til, at parasitturin kemur í livrina. Fyri at fáa krabba, mást tú hava bæði isopropylalkohol og flíggj.
Hvaðani fáa vit so isopropylalkoholið?
- Evnið er bakteriudrepandi og verður vanliga nýtt í kosmetikki. Til tess at
umgangast at fáa evnið í seg, er neyðugt at halda uppat at brúka kosmetik, sum hevur isopropyl í sær. Hárspray, munnvask, kropskrem og rakikrem hava ofta hetta evnið í sær. Men isopropyl finst eisini í viðgjørdari føði, t.d. kornflakes eins og í vatni í fløskum, fruktsevju í pakkum, hvítum sukri, kaffi og drykkjuvørum við kolsýru.
Nógv fólk nýta kosmetik við isopropylalkoholi. Merkir tað so, at tey fyrr ella seinni fáa krabbamein?
- Nei, tí tað eru aðrir faktorar, sum eisini mugu vera til steðar fyri at skapa
røttu gróðrarevnini fyri krabba. Ein annar týdningarmikil faktorur er aflatoxin B.
Olga sigur, at í einum sunnum persóni verður mótevni móti isopropylalkoholi
gjørt í livrini, men í einum persóni við krabba, steðgar aflatoxin B livrini at gera mótevni. Tú fært aflatoxin B við eitt nú at eta moðnar fruktir, nøtur, moðið breyð og við at drekka øl.
Hvussu skjótt kunnu úrslit síggjast av viðgerðini hjá Clarke?
- Við at drepa allar parasittar, meðan teir enn eru ormverur og við at beina
burtur isopropylalkohol og annað eitur í sínum dagliga livihátti, kunnu úrslit síggjast merkiliga skjótt ? enntá uppá minni enn eina viku!
Olga sigur, at tað er eisini umráðandi fyri fólk ikki at koma sær í samband við
eitrandi metallir, eitt nú kopar, aluminium, nikkil og kyksilvur.
- Tað eru túsundir av eitrandi metallum í okkara umhvørvi. Tey kunnu
mátast við einum syncrometri. Tað, sum er mest umráðandi, tá ið tú hevur funnið tey eitrandi evnini í kroppinum, er at finna orsøkina til hesi evni í tínum umhvørvi.
Men hvar skulu vit so byrja, um tað nú eru nógv eitrandi evni rundan um
okkum?
- Vit skulu byrja við tí, sum er okkum næst. Tað, sum tú etur og drekkur dag
og nátt. Leingi hevur verið kent, at kyksilvur ger seg inn at okkara verjuskipan, og her hugsi eg ikki minst um tannfyllingarnar við kyksilvuri, sum er ein orsøkin til, at vit kunnu fáa krabbamein. Tí er umráðandi, at kyksilvur í tonnunum verður beint burtur.
Hvør er so niðurstøðan hjá Huldu Clarke?
- Jú, fyri at grøða krabbamein, er neyðugt, 1) at drepa parasittar á øllum tess støði við parasit-viðgerð og ?zappen?, 2) reinsa tínar tenn fyri eitur (kyksilvur) og 3) reinsa títt heim og tínar matvanar frá øllum ónáttúrligum kemikalium og eitrandi lutum.
Olga Hentze sigur, at viðgerðarhátturin hjá Huldu Clarke hevur bjargað mongum mannalívum.
- Lat hann eisini bjarga tínum lívi, sigur hon at enda.
Vit kunnu leggja aftrat, at heimasíðan hjá Dr. Clarke er: www.drclark.net