Viðgera umsókn um koyribreyt

 Vit hava tvær umsóknir liggjandi øki til eina koyrtekniska breyt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

Tórshavnar kommuna hevur tvær umsóknir liggjandi um øki til eina koyritekniska breyt. Umframt umsóknina frá Hans J. Hermansen og Heina á Borg, er eisini ein umsókn frá Koyrilærarafelagnum.
 Ein slík breyt krevur nógv pláss. Vit hava tosað um at leggja av øki til hetta í Húsahaga ella á Glyvursnesi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann vísir á, at umsóknirnar eru farnar til ummælis hjá bóndanum og hjá Búnaðarstovuni.
Heðin Mortensen vil ikki siga júst, hvat øki hann heldur er best egnað, tí umsóknirnar ikki eru liðugt viðgjørdar.
 Men kommunan er stór, so sjálvandi hava vit pláss til eina slíka breyt, sigur Heðin Mortensen, sum eisini heldur tað verða eitt gott hugskot, um ein slík breyt eisini kann brúkast til motorítrótt.