Tann politiski meirlutin í Løgtinginum og Føroya Landsstýri skrivaðu samgonguskjal í 1998 um, at Føroyar skuldu hava fullveldi í hesum valskeiðinum, og eisini skuldu vit hava eina ? um ikki tvær ? fólkaatkvøður um ríkisrættarmálið, soleiðis at tá fullveldið varð framt áðrenn 30. apríl 2002, so skuldi liggja greitt framyvir, nær loysingin var endalig.
Hvat er so komið burturúr? Jú, nógvar samráðingar, summar sera pínligar fyri okkum føroyingar, nógv reyp, nógvar luftkastellur, nógvur tjóðskaparromantikkur, men úrslitini á sjálvstýrisleið eru ikki mong. Bert eitt veruligt úrslit: yvirtøkan av skipaeftirlitinum, sum varð sagt bert at vera ein skrivstova í Tórshavn!
Hitt úrslitið, sum samgongan reypar sær av, er ein skaðahending: teir hava avskrivað kr. 367 mill. úr Danmark í ár við teim fylgjum, at vit mangla hendan pening á fleiri økjum longu nú ? nakrar vikur seinri.
Annars eru teir farnir at halda seg til ? ja, næstan at háðlova HEIMASTÝRISLÓGINI ? og alt gott um tað, men tað var og er ikki teirra politikkur! Tað er politikkurin hjá heimastýrisflokkunum.
Fólkaatkvøður tordu teir ikki at halda, og teir høvdu heldur einki úrðslit at halda nakra fólkatkvøðu um. Og nú vilja summir skjóta hesa út um 2012, sum teir sjálvir hava viðtikið á tingi, men tað man vera valagn!
Føroya Javnaðarflokkur fer tí at fremja ein nýggjan politik á ríkisrættarliga økinum, við at avtala eina sjálvstýrislóg við ta donsku stjørnina í friði og náðum uttan konfrontatión og í samstarvi við teir føroysku politisku flokkarnar, sum vilja vera við til hendan politik.
Sjálvstýristilgongdin er ein ?proses?, sum tekur nógv ár at náa á mál við, um tað ikki skal kosta okkum øllum ov nógv í lívsvirðum og lívsfrælsi. Vinna vit tjóðarfrælsi, men missa persónliga lívsfrælsi fyri stóra meirilutan av Føroya fólki, so hava vit mist meira fyri minni.
Tí er tað so alneyðugt at fáa fyritreytirnar fyri sjálvstýrismálinum upp á pláss fyrst, síðan kunna vit ? ella tey, sum tá liva ? taka avgerð um ríkisfelagsskapin.
Hettar er tað Føroya Javnaðarflokkur alla tíðina hevur sagt, eisini tey seinastu fýra árini, men samgonguflokkarnir lurtaðu ikki eftir. Nú eru tað tveir av trimum, ella kanska allir tríggir, sum siga nakað, sum líkist, men tað er kanska bert sum valagn, tí sporini hesu seinastu fýra árini, tey gera okkum ótrygg, ?sporene skræmmer?!
Føroya fólk hevur uppiborðið ein annan og betri politik, eitt nýtt Løgting, eitt nýtt Landsstýri og ein nýggjan løgmann. Hesum ferð Javnaðarflokkurin at virka fyri.