Síðst í august mánað í fjør bleiv Heine Fernandez koyrdur úr starvinum sum høvuðsvenjari hjá HB. Tá hevði HB júst tapt stórt á Eiði, og møguleikarnir fyri at endurvinna FM-heitið tóktust smáir. Men HB var við í gullstríðnum til síðsta bríksl, og sjálvur heldur Heine, at við sær á odda hevði havnarfelagið endurvunnið gullið.
Væntaði tætta kapping
- Undan kappingini í fjør segði eg, at talan fór at gerast um eina ógvuliga tætta kapping við spenningi til seinasta bríksl. Tá ið HB vann meistaraheitið í 2004, høvdu vit ein hóp, sum var nógv sterkari enn tann í fjør. Vit mistu millum annað Rógva Jacobsen, sum eftir mínum tykki var týdningarmiklasti spælarin hjá HB bæði á vøllinum og ikki minst uttan fyri vøllin, sigur Heine Fernandez.
Danski venjarin dylur ikki fyri, at tað kom óvart á hann, at leiðslan í HB valdi at siga hann úr starvi, og sjálvur heldur hann ikki, at tað vóru úrslitini á vøllinum, ið høvdu við sær, at hann bleiv uppsagdur.
- Skal eg verða heilt erligur, so rokni eg við, at tað var tann sosiali parturin av mínari tilveru í Føroyum, sum lá til grundar fyri uppsøgnini, sigur Heine.
Teir ungu eru spiltir
Heine Fernandez var venjari í Føroyum í nærum tvey kappingarár, og hetta gav honum eitt gott innlit í føroyskan fótbólt.
- Eg haldi, at man fyrst og fremst kann siga, at talið av evnaríkum spælarum í Føroyum er ómetaliga høgt í mun til fólkatalið, men hesir spælarar eru spjaddir runt í ymiskum feløgum, og tað kann forða fyri menningini av teimum. Summir av hesum spælarum spæla í smáum feløgum, har teirra pláss á liðnum er sjálvskrivað. Um teir vóru í einum størri felag, har kappingin um plássini var harðari, hevði tað verið gott fyri menningina av teimum, heldur Heine Fernandez.
Danski venjarin heldur eisini, at teir ungu føroysku spælararnir eru spiltir, og í alt ov stóran mun verða bornir á lógvum.
- Teirra hugburður til fótbóltin er skeivur, tí teir taka ov nógv fyri givið. Nógvir av teimum tola til dømis ikki, at teir ikki altíð eru millum teir fyrstu ellivu á liðnum. Ístaðin fyri heldur at stríðast fyri at vinna plássið aftur, velja teir at grenja. Eg minnist eisini, at eg hevði til dømis onkran ungan spælara í HB, sum undan vikuskiftinum altíð vildi vita, um hann var við í fyrstaliðshópinum, tí um hann ikki var, so ætlaði hann sær í býin. Tá er eftir mínum tykki okkurt galið við hugburðinum, heldur Heine Fernandez.
Trupult hjá føroyingum at koma víðari
Sjálvur heldur Heine Fernandez, at føroyskur fótbóltur er á einum rættuliga høgum støði í mun til íbúgvatalið og umstøður annars. Men hann ivast í, um tað ber til hjá føroyingum at koma nógv longur við fótbóltinum.
- Man er komin til eitt ávíst støði, og tað verður ógvuliga trupult at koma víðari av ymiskum orsøkum. Fyri tað fyrsta krevur tað, at spælararnir í størri mun verða yrkisleikarar við fleiri venjingum og meiri tíð til hvíld. Men hetta krevur samstundis munandi hægri inntøkur til feløgini, og tær verða truplar at fáa, sigur Heine Fernandez.
Onnur feløg í Føroyum ligið framvið
Síðani Heine Fernandez og HB skiltust, hevur danski venjarin fingið fleiri fyrispurningar frá øðrum føroyskum feløgum.
-Tað eru fleiri feløg í Føroyum, sum hava ligið framvið, men um eg skal fara aftur til Føroya, skal nógv til. Eg havi fingið eitt sera gott starv her í Keypmannahavn, og nú eri eg aftur saman við familjuna hvønn dag, greiðir Heine Fernandez frá.
Heine Fernandez starvast til dagligt í einari fyritøku, sum nevnist Focus Ejendomme. Fyritøkan fæst við at gera íløgur bæði í vinnuligar og privatar ognir, sum fólk seta pening.
Heilt slept fótbóltinum hevur Heine Fernandez tó ikki, tí í vetur tók hann við sum hjálparvenjari í einum felag, sum nevnist Skovshoved. Liðið spælir í tí kvalifikatiónsrøðini.
- Tað er ikki nakað stórt í tí. Vit venja tvær ferðir um vikuna, og tað er tað. Eg spæli ikki sjálvur við, men spæli ístaðin við old-boys liðnum hjá AB, og tað er ógvuliga hugaligt, sigur Heine Fernandez at enda.