Fyrst skal eg siga, at blaðmaðurin hevur ikki tosað við meg, og eg kenni einki til tað, sum ført verður fram í greinini, at smærri kommunurnar skulu leggja trýst á tær stóru.
At sosialu deildirnar kosta nógv er ikki bara ein trupulleiki fyri smærri kommunurnar , men so sanniliga eisini fyri tær stóru, og eru tað fleiri orsøkir til tess, at so er, og vil eg venda aftur til tað seinni.
Porkeris kommuna er í einum fyrimyndarligum samstarvi við Vágs kommunu, íð fyribils gongur fram til 31.12.2012, og vit hava ongar ætlanir at fara burturúr. Sjálvandi eiga vit altíð at hyggja eftir um tænasturnar kunnu gerðast bíligari og betri, og eru vit opin fyri tí.