Eg ætli mær ikki at koma inn á tað, Ingeborg Vinther førir fram í tvídrátti hennarar við Starvsmannafelagið, men bert vísa til, at formaður starvsmannafelagsins í grein síni vísir aftur, at nakar verður tvingaður í felagið, heldur ikki dagrøktarar (dagrøktarmammur). Og her kann verða mint á, at tá sáttmála herfyri varð gjørdur við Skála kommunu, vóru tað dagrøktarnir sjálvir, ið ynsktu at gerast limir í Starvsmannafelagnum.
Tað sum eg hinvegin havi hug at gera viðmerkingar til, er tað ið Ingeborg Vinther førir fram um Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannamannafelag. Hetta felag var 1. juli 2000 lagt saman við Starvsmannafelagnum, men havi eg sum formaður í nevndini fyri tey kommunalt settu, ábyrgd av sáttmálanum til 1. mars 2000.
Ingeborg Vinther hevur, av einari ella aðrari orsøk hug til at niðurgera
felagið og fakfelagsarbeiði tess, serliga viðvíkjandi dagrøktarum.
Ført verður fram, at sáttmálin hjá Kommunala Starvsmannafelagnum er fyri skrivstovufólk, og at reglurnar fyri onnur starvsfólk bert er eitt uppískoyti.
Ingeborg Vinther hevur fingið sáttmálan sendandi frá okkum, so hon kennir hann væl og veit at hetta ikki er rætt. Høvuðsparturin av sáttmálanum er galdandi fyri allar bólkar felagsins: Brandmenn, bókavørðir, lívbjargarar, skrivstovufólk, dagrøktarar o.s.fr. Men um so var sum hon sigur, átti hon eisini at ført fram, at Starvsmannafelagið fyrst
og fremst er eitt felag fyri skrivstovufólk, tí hesir sáttmálar eru so at siga eins?
At hon kemur við hesum pástandi, tykist mær ikki sørt undarligt, tí Ingeborg Vinther kann ikki í álvara meina, at hon skal avgera hvør er limur
í okkara felag ella uppbýta starvsbólkarnar í A og B limur?
Og hóast nakrir partar av sáttmálanum ikki eru galdandi fyri dagrøktarar,
veit Ingeborg Vinther eisini væl, at reglurnar um dagrøktarar als ikki bert eru eitt uppískoyti í sáttmálanum. Millum annað kann nevnast, at dagrøktarar eru umfataðir av frítíðarreglunum, reglunum um setan og uppsøgn, flyta upp eitt stig hvørt ár, umframt vanliga lønarhækkan og fáa 5,5% til eftirløn og trygging. Alt hetta á sama hátt sum aðrir starvsbólkar.
Og tá kommunan nú fyri stuttum avgjørdi, at dagrøktarar skulu fáa løn fyri at ansa egnum børnum, var tað í veruleikanum okkara uppskot - nevndini og dagrøktarunum at takka fyri - sum kommunan tók til sín til sín. Vit hava nevnliga fleiri ferðir ført fram, at dagrøktarum við egnum smábørnum, eiga at fáa fulla inntøku. At fáa hálva løn og minni enn tað, tí ein bert fær t.d. tvey børn at ansa, kunnu tey fægstu klára seg við. Hetta hevur kommunan nú skilt er rímuligt og neyðugt, eisini um tað skuldu fáa fólk at átaka sær hetta arbeiði.
Dagrøktarnir ynsktu fyri 4 árum síðani at koma uppí Kommunala Starvsmannafelagið (aftaná at onnur fakfeløg høvdu víst aftur at taka tey sum limir) og hóast vit langtfrá eru komin á mál, halda vit at vit hava vunnið ikki so lítið uppá hesa stuttu tíð.
Og tað at Ingeborg Vinther fyri dagrøktarnar í Kollafirði, hevur kravt og fingið sáttmála okkara at verða galdandi fyri hesar eisini, vísir at hon ikki heldur hann vera so vánaligan, hóast alt.
Tí er tað einki annað enn orð, tá hon pástendur at Føroya Arbeiðarafelag hevur ærina av, at rættlag er komið á viðurskiftini hjá dagrøktarnum. Tí fyri okkum merkir rættlag í arbeiðsviðurskiftini, at lønar- og onnur viðurskifti eru so góð sum gjørligt, og so kemur limaskapurin kemur í aðru røð. Vit kunnu m.a. vísa á, at vit í fleiri førum hava víst aftur at flyta starvsfólk í okkara felag, bert fyri at hesi skuldu fara niður í løn. Um starvsfólk fáa betri sømdir í øðrum felag, hava vit einki ímóti at tey eru limir har og er hetta eisini sjónarmið Starvsmannafelagsins. Vónandi er raðfestingin av hesum ikki tann øvuga hjá Ingeborg Vinther?
Eg vil at enda siga, at vit einki hava ímóti, at onnur kunnu nýta gott av tí arbeiði vit hava gjørt, tvørturímóti. Og tá dagrøktararnir í Kollafirði herfyri fegnaðust um sáttmála, ið gav teimum lønarhækkan uppá 18%, og sum við smábroytingum var avrit av okkara sáttmála, er hetta teimum væl unt.
Men tað hevðið klætt forkvinnu Føroya Arbeiðarafelags betri, um hon førdi seg fram á meira sømuligan hátt móti øðru fakfeløgum.
Hoyvík 6. okt. 2000
Kartni Ravnsfjall