Viðmerking til innslag í Dag og Viku

Vit undirritaðu arbeiðstakarar, ið hava gjørt samstarvsavtalu við Strandfaraskip Landsins um koyring av Bygda-leiðum, vilja við hesum boða frá, at vit harmast stórliga um innslagið, sum var í Degi og Viku, hóskvøldið 3. januar 2002.

Í innslagnum hevði tíðindamaðurin samrøðu við ein av okkara bussførarum, ímeðan hesin koyrdi, og bakhurðin var blokerað av viðføri.
Vit gera vart við, at henda mannagongd kann seta trygdina í vanda og kann hetta tí undir ongum umstøðum góðtakast.
Gjørd verður ein eftirmeting av tilburðinum. Endamálið er at seta í verk tiltøk, sum hava við sær, at slíkt ikki endurtekur seg millum okkara bussførarar.

Heilsan
Andreas Poulsen,
Thorleif Isaksen,
Háns Jákup Kollslíð,
Jóan Petur Langaard,
Poul Dánjal Poulsen,
Jens Petur Jensen.