Viðmerking til Jacob Vestergaard

Viðv. viðmerkingum (meiningum), sum Jacob Vestergaard hevur í Dimmalætting nr. 74 og 75 um økismenningarálitið, sum var handað Torbjørn Jacobsen í VB húsinum í Vági, tann 9. apríl 2001.

 

Jógvan Krosslá



Viðv. viðmerkingum (meiningum), sum Jacob Vestergaard hevur í Dimmalætting nr. 74 og 75 um økismenningarálitið, sum var handað Torbjørn Jacobsen í VB húsinum í Vági, tann 9. apríl 2001.

Jacob Vestergaard, sum er formaður í Sumbiar kommunu og formaður í Føroya kommunufelag, hevur góðan hug at vísa sína meining viðv. stórum og smáum kommunum, Jacob er vitandi um, at uppskotið til kommunusamanlegging er ikki reist av størru kommununum, men av ymiskum skiftandi landsstýrum.

Størru kommunurnar hava roynt at laga seg til at taka ímóti uppgávum, sum skulu leggjast frá landsumsitingini út til kommunur at umsita og eru vælvitandi um at slíkar umsitingar kosta meira fyri kommunurnar, tað er jú meiningin við útleggingini, tað er at vit kunnu umsita okkum sjálvi og gjalda fyri tað sum tað kostar, hettar fyri at fáa fólk at flyta til kommunurnar úti um landið og tey størvini, sum í dag annars liggja í Tórshavnar kommunu, kunnu leggjast út til kommunurnar, eisini til Tórshavnar kommunu. Skulu uppgávur leggjast frá landsumsitingini út til kommunur at umsita, so verður tað neyðugt við størri kommunueindum ella økiseindum, annars fáa vit neyvan umsitingina útlagda og soleiðis fáa vit heldur ikki størvini út um landið.

Tá ið Jacb sipar til, at Hvalbiar kommuna sjálv rindar fyri at gera sína havn, so er fyrst til tað at siga, at tað er rós verdugt og fáa teir vónandi eina góða havn til sítt virkna sjófólk, sum er ein styrkur fyri alla suðuroynna, men tað tykist sum eitt spark til Vágs kommunu, sum hevur ditta sær at biðja landið um hjálp til eina djúpvatnshavn, vit eru so bláoygd í Vágs kommunu, at vit meta hettar at vera gott fyri alla Suðuroynna og ikki minst okkum í sunnaru helvt.

At Hvalbiar- og Lopransfjørður eru betri fjarðir enn Vágs- og Tvøroyrarfjørður, tað kann so ikki vera ennað enn ein joke.

Jacob sigur eisini at tær stóru kommunurnar vilja leggja kommunurnar saman fyri at ráða yvir smærri kommunum? Tá ið kommunur leggja saman verða tær allar størri.

Annars til Økismenningarálitið, tað er nógv gott í álitinum.