Vegna Feløgini Marner Lisberg og Jónsvein Knudsen
----
Vegna feløgini niðanfyri skulu vit koma við fylgjandi viðmerkingum til omanfyri nevnda skriv.
Tað undrar okkum almikið, at felagið Nótaskip metir seg ikki hava verið virkið í kjakinum um makrelin. Eftir okkara meting er felagið Nótaskip og sjónarmið tess komið væl og virðiliga til orðana um hetta mál í øllum miðlum, og serliga í loftbornu miðlunum.
Øll eru samd um, at makrelkvotan hjá føroyingum er ov lítil og má og skal økjast. Tað eru øll samd um. Men munur er á, hvussu feløgini meta, at hetta skal gerast.
Niðanfyri nevndu feløg eru av tí áskoðan, at makrelurin er rovfiskur sum kemur til Føroya um summarið at eta seg feitan. Í hesum átigildi tekur makrelurin ein stóran part av grundarlagnum undan lokalu botnfiskastovnunum.
Tað kann nevnast, at metingar vísa, at umleið 2 – 2,5 mill tons av makreli koma inn á føroyskt øki í umleið 4 mánaðir at eta. Føðin hjá makrelinum er, umframt yngulin hjá botnfiskastovnumum, sama føðin ið botnfiskastovnarnir liva av. Hugsast skal um, at tey umleið 2 – 2,5 mió. tonsini av makreli skulu sammetast við samlaðu støddina av botnfiskastovnunum, ið er á leið 0,3 mill tons. Tað vil siga at um makrelur og botnfiskur etur líka nógv, so ávirkar makrelurin umleið 2,5 ferðir so nógv sum botnfiskuri við Føroyar.
Tað sigur seg sjálvt, at henda støða er til stóran skaða fyri botnfiskastovnarnar, heimaflotan og harvið eisini allar føroyingar.
Vit hava fyrr víst á, at vit stuðla fiskimálaráðharranum í kravinum um, at vit skulu hava meira makrel.
Umframt hetta, so meta vit sum eina sjálvfylgju, at tað er heimaflotin, tann ið er skaðaraktur, ið fær ágóðan av vøkstrinum í markelkvotuni. Verandi praksis er, at allur botnfiskaflotin undir Føroyum skal ofrast, fyri at nakrir fáir skulu fáa so góð forhold, sum til ber. Hetta kann als ikki góðtakast.
At hetta skal fáa felagið Nótaskip at stúra fyri gongdini, skilja vit einki av. Eingin hevur gjørt krav uppá, at nótskipini skulu fáa minni enn teir fáa nú. Vit halda, at tað er sjálvsagt, at teir fáa teirra lut, ið er umleið 4% av heildarkvotuni. Tað er undir hesum fortreytum, at limir í Nótaskipum hava gjørt sínar íløgur, og tí meta vit, at hasi procentini skulu teir framhaldandi fáa.
Sera nógvar íløgur eru gjørdar, bæði á sjógvi og landi, av heimaflotanum í Føroyum. Allar hesar íløgur eru grundaðar á, at fiskiskapurin verður nøkunlunda normalur, og ikki ávirkaður av einum slíkum rovfiski sum makreli.
Undrunarvert er at lesa, at Nótaskip tekur upsafiskiskapin fram, sum um at teir ikki fiska upsa ella annan botnfisk. Nevnast kann at nótaskipini hava loyvi at fiska við sera stórum trolum við sera smáum meskum, ” 50 mm”, á somu leið, sum botnfiskaflotin fiskar við smáum trolum við stórum meskum, ”135 mm”. Lutfallið millum gapini á trolunum hjá ávíkavist nóta- og botnfiskaflotanum er minst 50 : 1 So sera løgið skal vera, um ikki nótaflotin fiskar sín stóra part av botnfiskastovnunum undir Føroyum.
Tað skerst ikki burtur, at heimaflotin virkar í Føroyum við sera stórum ringvirkningum, og ætla vit eisini at økta kvotan av makreli skal koma føroyingum tilgóða. Vit hava ikki fyri neyðini at skula verða við at uppbyggja Noreg við at veiða innalaga hjá teimum, og at landa til teirra.
Vit kunu ikki skilja grundgevingarnar um MCS góðkenning hjá Nótaskipum øðrvísi enn eina grundleggjandi misskiljing av støðuni. Sjálvandi koma rættindi føroyinga frammum eina umsókn um góðkenning av makrel fiskiskapinum. Veiðan verður ikki burðardygg undir nøkrum umstøðum, tí Ísland kemur at fiska allan teirra part oman á ásettu heildarkvotuna, umframt at ES tveitur nærum 2 ferðir føroysku kvotuna útaftur.
Rættindi føroyinga sum strandaland í makreli koma, sum øllum kunnugt, frá russum og teirra veiðu við Føroyar. Tí undrast vit á, at nótaskipini ikki eru fús at stríðast fyri rættindum føroyinga til makrelin. Vit rokna tó við, at tá á stendur so fara nótaskipini at bakka upp, eins og vit vænta at allir aðrir føroyingar gera.
Vit kunu boða frá, at vit fara at rigga til og stríðast fyri rættindum okkara og føroyinga, so skjótt sum vit fáa møguleika til hetta.