At ein løgmaður skal finna uppá at nýta tingsins røðarapall til at langa út eftir fakfeløgunum, tí tey krevja at fáa ta lønarhækking, sum tey hava samrátt seg fram til, tá tey gjørdu ein 3 ára sáttmála ístaðin fyri ein 2 ára sáttmála, fyri at tað skuldi vera friður á arbeiðsmarknaðinum, tað er undir alt lágmark.
Hesin sami løgmaður hevur tosað um at hjálpa teimum gomlu og vil geva fakfeløgunum skyldina fyri, at landskassin er misrøktur. Nei, hann skuldi heldur tikið í egnan barm og hugsa um skattalættarnar og aðrar ágóðar til fólk við hægri inntøkum, sum hann saman við restini av ABC samgonguni hevur givið. Tað eru ikki pensjónistar, sum hava brúkt pengarnar. Ei heldur eru tað fakfeløgini, sum hava skuldina. Tað eru tey skiftandi landsstýrini, sum sitið hava, ið hava søplað pengarnar burtur vegna innanhýsis klandur, har hvør hevur skavað sum mest til sín sjálvs og sítt øki ístaðin fyri at føra politikk, sum kundi koma øllum Føroya fólki til góðar.
Fakfeløgini hava víst samfelagssinni. Tíðin er komin til at landsins kosnu fólk eisini gera tað.
Føroya Handverkarafelag
Henry Olsen, formaður