Viðmerkingar minnilutans til endurskoðan av fíggjarætlanini fyri Klaksvíkar kommunu 2010 hjá býráðssamgonguni

Tíðindaskriv frá minnilutanum í Klaksvíkar býráð

Undirritaðu býráðslimir, Steinbjørn Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Hans Arni Bertholdsen, Jákup F. Mikkelsen og Óluva Klettskarð vóru saman við samgongumeirilutanum við til at tilevna fíggjarlógina fyri 2010. Í hesum arbeiði var avrátt, at ein endurskoðan av ætlanini skuldi fara fram í apríl – mai. Tað var fyri okkum ein sjálvfylgja, at vit eisini skuldu vera við til hesa endurskoðan. Vit hava, síðan fíggjarætlanin var samtykt, tikið støðu í hópin av málum og verið við til at samtykkja, at hesi mál skulu bíða til avtalaðu endurskoðanina.
Nú mai fundarumfarið byrjar, fáa vit fyrilagt eina endurskoðaða fíggjarætlan, sum býráðssamgongan hevur gjørt fullkomuliga uttanum okkum. Vit hava ikki verið við, hava ikki havt høvið at siga okkara hugsan, hvørki hvat viðvíkur inntøkumetingum, eiheldur hvat ein møgulig meirinntøka skal raðfestast til. Vit hava fyrr átalað mannagongdina, ið henda samgongan fyrr hevur nýtt, við at 6 fólk taka avgerðir yvir høvdið á okkum 5 í minnilutanum. Nú hendi tað aftur, at henda sera ódemokratiska framferð verður nýtt. Tað er ein stórur spurningur, hvussu vit sum minniluti kunnu gera eitt dygdargott arbeiði í býráðnum, tá ið fortreytirnar vera broyttar uttan nakra ávaring.
Inntøkumetingin hjá samgonguni
Samgongan hækkar inntøkumetingina í 2010 við heili 5 mió. Persónsskatturin hækkar við 3 mió. Søla av lendi við 1,7 mió. Loksins verða inntøkurnar í svimjihøllini hækkaðar við 620 túsund kr.
Tað fyriliggur ongin grundgeving í málinum fyri hesi inntøkuhækking. Skattainntøkan í januar og apríl var verri enn somu tíð í fjør. Í mars var inntøkan betur enn í fjør, hetta komst m.a av, at lønarútgjaldingarnar hjá kommununi fyri februar fullu í mars mánaði. Hetta meta vit í minnilutanum vera eitt sera ivasamt grundarlag at rokna við eini inntøkuhækking í persónsskattinum. Fíggjarleiðarin vísti á í øllum nevndunum, at hesin mánaður var serligur, og allir hinir tríggir vístu minni inntøku enn í fjør!
Søla av lendi er nakað, ið er samtykt, men spurningurin er, um henda inntøka ikki partvíst verður etin upp av útreiðslum av grundøkjum, ið verða latin inn aftur. Í minsta lagi átti at verið bíðað, til peningurin var innkomin, áðrenn farið verður at brúka hann! Inntøkuhækkingin í svimjihøllini er einasta veruliga inntøkuhækking, ið fer at geva okkum pening at arbeiða við.
Samanumtikið er inntøkuhækkingin sera ivasom, so tá henda verður nýtt til at økja um raksturin, ja, so noyðast vit staðiliga at tala at.

Vit fara ikki her inn á eitt kjak um, hvussu samgongan ætlar at brúka peningin, og um hann ikki kundi verið brúktur betur til okkurt annað, enn tey hava valt at raðfest peningin til.
Tí veruleikin er tann, at kommunan hevur so lítið av tøkum peningi, at tað er ein so álvarsligur spurningur, sum í síðsta enda kann hava við sær, at kommunan steðgar upp.
Avsetingarnar á verandi fíggjarlóg eru so teprar, at nógv skal til fyri ikki at enda í meirnýtslu, tá ið árið er úti. Rokniskapurin fyri 1. ársfjóðring í ár vísir eitt hall á 3,3 mió.
Inntøkumetingarnar eru eisini rættuliga bjartar í verandi fíggjarlóg. M.a skal Klaksvíkar havn hava eitt munandi stórri avlop í 2010 enn í 2009. Roknskapurin fyri fyrstu fýra mánaðirnar 2010 fyri Klaksvíkar havn vísir eitt minniavlop á 300 t.kr
Samanumtikið kann sigast, at um onkrar av hesum fortreytum ikki halda í verandi fíggjarlóg, so kann tað gerast neyðugt at skerja útreiðslurnar, tí annars steðgar kommunan upp vegna vantandi gjaldføri.
Umframt teprar avsetingar og vánaligt gjaldføri er kommunan í teirri aktuellu støðu, at oljudálking hóttir við at gera inntriv við einum 5, kanska 6 mió. krónum í kommunukassan. Hetta er peningur, kommunan noyðist at leggja út, hóast staðfest verður, at annar partur skal gjalda fyri dálkingina.





Broytingaruppskot frá minnilutanum
Út frá omanfyristandandi grundgevingum kann minnilutin ikki taka undir við endurskoðanini av fíggjarætlanini hjá samgonguni.
Vísandi til notat frá roknskaparleiðaranum viðvíkjandi roknskapinum fyri 2010 og likviditetsstøðuni pr. 7 mai 2010, dagfest 7. mai 2010, eru vit samd í hesi niðurstøðu:

Niðurstøðan í notatinum er, at likviditeturin ikki er góður, og hartil eru avsetingarnar sera teprar, so neyðugt er at halda aftur í rakstri og íløgum, um vit ikki skulu steðga upp vegna vantandi gjaldføri.
Eykajáttanir mugu einans samtykkjast, um peningurin verður funnin innan verandi fíggjarkarm, ella peningurin er innkomin frammanundan.

Tí skjóta vit upp, at endurskoðanin av fíggjarætlanini verður gjørd útfrá hesum meginreglum og at býráðið, samgonga og minnilutin í felag gera hesa endurskoðan at samtykkja í býráðnum í juni mánaða.

Steinbjørn O Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Hans Arni Betholdsen, Jákup F Mikkelsen, Óluva Klettskarð

Raksturin økist við 5,4 mió. kr.
Eftir drúgva umrøðu av málinum fall uppskotið, og samtykti meirilutin einsamallur at økja um raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu við 5,4 mió. Fyri 2010.