Í hesum døgum er “inn” at tosa um samanleggingar, tað veri seg kommunur, fyritøkur ella skúlar. Tað sýnist, sum summi fólk halda, at samanleggingar loysa allar trupulleikar, men so er ikki. Besta dømi er samanleggingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya.
Aftur til kjaksendingina. Skilti ikki, hví Magni Laksáfoss var boðsendur at kjakast um fólkaskúlan, tí skjótt gjørdist mær greitt, at maðurin veit slættis ikki, hvat fer fram í fólkaskúlanum. Rógvi Thomsen segði nógv áhugavert, men hann flaksaði alt ov nógv og hevði ongar greiðar meiningar. “Vit áttu, vit áttu kanska, í grannalondunum gera tey soleiðis”, o.s.fr. Alt ov ullint. Tó dámdi mær væl grundgevingarnar hjá Olgu Biskopstø, hví vit skulu varðveita smáu bygdaskúlarnar.
Tá ið kjakast verður um fólkaskúlan, so byggir tað mesta á gitingar, tí ongar veruligar kanningar eru gjørdar um trivna, samanleggingar og annað í skúlanum. Eg veit við drúgvum royndum sum lærari, at tað er ikki støddin á skúlanum, sum er avgerandi, hvussu væl næmingarnir læra. Øll innlæring stendur og fellur við einstaka læraranum, børnini hava. Tað finnast lesiætlanir til allar aldursbólkar í fólkaskúlanum, sum nágreinliga siga, hvat næmingar skulu læra í einstøku lærugreinunum. Og henda lesiætlan er galdandi í øllum skúlum úr Sumba til Viðareiðis.
Sum lærari í Eysturskúlanum havi eg verið ein av teimum, sum hava tikið ímóti nógvum næmingum úr Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Sankta Frans skúla, Nólsoyar skúla og Kaldbaks skúla, sum komu í framhaldsdeildina í Eysturskúlanum. Og tað var ógvuliga ymist, hvussu næmingarnir vóru fyri fakliga. Eitt ár fekst tú góðan árgang úr einum skúla, árið eftir fekst tú aðrar næmingar úr sama skúla, sum ikki vóru so væl fyri fakliga, ja, og onkuntíð sera illa fyri fakliga. Næmingar úr Eysturskúlanum, sum komu í framhaldsdeildina, vóru sjálvandi eisini ymist fyri fakliga.
Eftir foreldrafundir og prát við næmingar kom mangan fram, at hesir næmingar høvdu ofta skift lærarar, havt ymiskar vikarar o.s.fr. Næmingarnir høvdu ikki fingið “nóg gott í beinini” fyrstu árini.
Haldi, at tað er óðamannaverk at stúva 26 næmingar í ein fyrsta flokk, ja, mangan í stovur, sum slættis ikki egnaðar til so nógvar næmingar. Tað átti at verið lógarfest, at ikki meira enn 18 næmingar mugu ganga í einum fyrsta flokki.
Føroyar eru ógvuliga fátækar, hvat kanningum viðvíkur, men aðrastaðni verður sagt, at ganga 24 næmingar í fyrsta flokki, so hava millum ein og fýra næmingar tørv á serligari hjálp. Eisini kann í fyrsta flokki vera fleiri ár á muni á búningarstigi á næmingum, hesin munurin minkar tó við tíðini.
Tað er ábyrgdarleyst at lata lærara sita einsamallan við 26 næmingum, hóast tað í nøkrum tímum tó eru tveir lærarar. Børnini koma úr barnagarði við trimum fýra pedagogum til hvørji 20 børn, og nú skal ein lærari vera einsamallur um 26 næmingar. Hetta hongur bara ikki saman og er ábyrgdarleyst.
Nógv er tosað og skrivað um Pisa-kanningina. Skal bara siga frá, at vit vóru nógvir lærarar, sum fleiri ár fyri nakra Pisa-kanning gjørdu vart við, at næmingarnir ikki vóru nóg væl fyri fakliga. Orsøkin var einfalt, at alt ov nógvir tímar fóru til annað endamál. Næmingar gera verkætlan, skulu í starvsvenjing, vitja stovnar og fara útferðir. Eg boðaði einaferð leiðsluni frá, at eg hevði mist næstan 40% av føroyskt-tímunum í einum 10. flokki frá árskiftinum, til næmingarnir skuldu til próvtøku í mai mánað.
Vit vilja so fegin varðveita gomlu undirvísingarskipanina, men vit vilja eisini hava broytingar. Ùrslitið er, at næmingarnir fáa aðrar upplivingar í framhaldsdeildini, men teir vikna eisini fakliga, tí í mun til áður eru ov fáir undirvísingartímar til hvørja lærugrein.
Tað ljóðar so “flott”, at nú skal læraraútbúgvingin lyftast upp á bachelorstig, men tað verður ikki hetta átak, sum bjargar fólkaskúlanum. Læraraskúlanæmingar áttu at verið væl fyri fakliga, tí tað krevst HF- ella studentprógv at koma á læraraskúlan, og har ganga teir í fýra ár.
Skulu vit betra um fólkaskúlan, so mugu vit fara inn í kjarnuna í málinum. Fyrsta treytin er, at lærararnir hava nóg góðar arbeiðsumstøður, tí trívast lærararnir ikki, so fáa børnini ikki nóg góða undirvísing. Og arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum eru nógv versnaðar, síðan eg byrjaði í Eysturskúlanum í 1979 til eg nú gavst í 2007. Her var himmalvíður munur.
Skúlin fyri øll? Nei, fólkaskúlin er ikki fyri øll, tí serliga veiki næmingurin verður sleptur upp á fjall, tí hann fær ikki nøktandi undirvísing. Stuðulsskipanin hevur ikki riggað til fulnar í nógv, nógv ár, og nú táttar í fíggjarliga, kunnu vit ikki vænta batar. Tað var mangan ørkymlandi sum lærari at fylgja næmingi við breki, sum kanska bara fekk tveir tímar um vikuna í stuðli. Næmingurin skuldi kanska havt tíggju tímar.
Í kjakinum um Pisa-kanning og fólkaskúlan fáa leiðslurnar og lærararnir mangan toyggið. Eg eri bangin fyri, at kikarin eisini skal vendast aðrar vegir, og tað er beint í hjartað á Mentamálaráðnum. Havi mangan hugsað um, hvørjar kreftirnar eru, sum nú vilja stúva 26 næmingar í ein fyrsta flokk, og sum við átøkum seinnu árini hava tikið óhepnar avgerðir og broytt nógv í fólkaskúlanum til tað verra.
Í Mentamálaráðnum sita fyrrverandi lærarar, sum kanska ongantíð hava undirvíst í fyrsta flokki og annars ikki hava undirvíst í fólkaskúlanum í nógv Harrans ár. Hesi fólk hava ikki betri førleika at beina fólkaskúlan á rætta kós enn vit onnur. Haldi, at nógvir lærarar hava fyri nógvum árum síðani mist álitið á teimum, sum ráða fyri borgum í Mentamálaráðnum, tá ið talan er um fólkaskúlan.
Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur í fjølmiðlunum, at allir skúlar í Føroyum skulu leggjast saman í sjey størri eindir. Hon veit, at lógir mugu broytast og fólkaatkvøður fremjast, um so stór stig skulu takast. Skal bara minna á, at flyta vit tildømis allar næmingarnar í Kvívík til Vestmannar ella til Kollafjarðar at ganga í skúla, so taka vit hjartað úr Kvívíkar bygd. Hetta er heilt burturvið. Vónandi eru fólk so skilagóð, at tey berjast hart ímóti slíkum óðamannaverki.
PS. Míni boð til landsstýriskvinnuna í Mentamálum eru: Far fyrst inn í hjartað í fólkaskúlanum og ger nágreiniligar kanningar millum lærarar, næmingar og foreldur kring landið. Tá ið hesar kanningar eru tøkar, halda vit fram at kjakast um fólkaskúlan. Tak í egnan barm í Mentamálaráðnum, kanska eru starvsfólk tíni, sum taka stóru avgerðirnar um fólkaskúlan, pedogisk slitin ella megna ikki at fylgja tíðini. Í løtuni ruggar ikki alt rætt.