Á eini kaffistovu, saman við lesandi, lokalum ungdómi og familjum, sum eru úti og fáa sær ein kaffimunn ella ein bita, hitta vit Jógvan Andrias Joensen. Vit eru staddir í Bøgata, høvuðsgøtan í skúlabýnum Bø miðskeiðis í fylkinum Telemark í suður-Noregi.
Her hevur hann saman við sambúgvanum Karin og soninum Janusi, funnið sær eina íbúð og lesur til mentunararbeiðara. Við síðuna av lesnaðinum fæst hann við at smíða tónleik, smíða hús og at venja yngru deildirnar í fótbólti hjá lokala felagnum Skarphedin.
Tað er ein gamal dreymur, sum nú gerst veruleiki hjá klaksvíkinginum. Hann hevur í nógv ár yrkt og gjørt løg. Umframt egnar yrkingar hevur hann eisini sett løg til yrkingar hjá til dømis Christiani Matras og Bergi Djurhuus.
Í hesum mjúka umhvørvinum, sum Telemark-náttúran er við milliónum av trøum og smáum bakkum, langt frá villu fjøllunum í Norðoyggjum og briminum á Borðoyavík, hevur hann hetta seinasta árið lagt til rættis sína fyrstu fløgu, ?Soleiðis saman?, ið kemur í handlarnar í komandi viku. Á fløguni eru 14 sangir. ið hann hevur valt burturúr úrvalinum av tekstum, ið hann hevur brúkt tey seinastu tíggju árini til at smíða.
Jógvan Andrias fór í 1986 á Visskolan í svenska býnum Kungälv, har hann av fyrstan sinni fór av gólvinum og upp á pallin at framføra egin løg. Í Kungälv hitti hann ein annan vælkendan vísusangara, Hanus G. Johansen. Teir báðir hava síðani havt tætt vinarband og samstarv, og hava eisini staðið á palli saman bæði í Føroyum, Svøríki, Danmark og Noregi. Í 1996 vóru teir á ferð saman og hildu konsertir í Svøríki og Noregi í sambandi við 50 ára dagin fyri fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta var ein ferð, sum Norsk-Færøysk Lag skipaði fyri.
Á fløguni hjá Jógvan Andrias er eisini røddin hjá Hanusi at hoyra, og hann hevur gjørt tvey av løgunum.
- Samstarvið okkara millum hevur verið gott, og Hanus hevur eisini verið við til at ávirka meg tónlistarliga hesi árini.
Norskan íblástur
Heimafturkomin av konsertferðini við Hanusi kom hann í samband við norskar tónleikarar. Nú var hann klárur at fara undir sítt næsta stig. Fyrst fór hann á pall einsamallur, síðani við Hanusi, og nú sleppa vit at hoyra hann saman við einum tónleikabólki.
Jógvan Andrias hevur seinnu árini verið búsitandi í Noregi. Fyrst var hann í Oslo og í Tromsø, og fyri tveimum árum síðani flutti hann til Rauland, ið liggur ein góðan halvan tíma við bili frá Bø. Har gekk hann á fólkatónleikalinjuni á Rauland Akademi. Og tað var í hesum umhvørvinum, at dreymurin um eina fløgu av álvara fór at spíra. Hann hitti fleiri sera dugnaligar norskar tónleikarar. Saman við teimum fór hann undir at leggja til rættis nøkur løg. Teir vandu saman og seinast í juni stevndu Jógvan Andrias, Inge Dulin og Tore J. Bruvoll móti Pegasus studio í Klaksvík. Í Føroyum kom føroyski basspælaranum Edvard Nyholm Debess afturat bólkinum. Og so var farið í upptøkuhølini, tveir norskir og tveir føroyskir tónleikarar.
- Hesir ungu norsku tónleikararnir hava verið ein ótrúligur íblástur fyri meg, og samanspælið okkara millum fekk meg at fara undir at fyrireika fløguútgávuna. Teir eru fyrst í tjúgunum og sera góðir tónleikarar, umframt at teir sjálvandi kunnu geva mínum føroyska tónleiki eina norska dimensjón. Hetta er eisini at hoyra á fløguni. Royndirnar hjá Edvard Nyholm Debess gav okkum øllum nógv, og hann hevur so avgjørt sett sín dám á upptøkurnar.
Sjálvur ynskir Jógvan Andrias ikki at bólka tónleikin í ein ávísan bólk.
- Á fløguni finna vit føroyskar sangir, vísur og balladur klæddar í føroyskan, norskan, afrikanskan og latínamerikanskan búna.
Tola vit myrkur
Yrkingin hjá Jógvan Andrias hevur oftast sín uppruna í menniskjanum og/ella náttúruni. Føroysk oyru hoyrdu av álvara fyrstu ferð til tónarnar hjá Jógvan Andrias, tá Amnesty International gav út fløguna Amnesty-tónar fyrst í 90?unum. Her átti Jógvan Andrias orð og lag til ?Ljós í myrkri?, sum er ein av teimum løgunum av hesi fløguni, sum er mest spælt.
- Í ?Ljós í myrkri? royni eg at vísa á møguleikarnar, sum vit hava fyri at hjálpa einum menniskja, sum er innistongt, tí tað hevur frælsar hugsanir, sum ikki passa leiðsluni í heimlandinum. Fyri meg er tað av stórum týdningi, at vit altíð royna at finna tær ljósu og góðu síðurnar. Tí havi eg eisini yrkingar sum ?náttúruljóð?, sum er yrkt til tiltakið á longsta degi, sum verður hildið úti í Grøv í Klaksvík á hvørjum sumri. Her royni eg at vísa á, hvussu stóran týdning samljóðið millum menniskju og náttúru hevur at siga.
- Norðurnorski býurin Tromsø varð fyrst í 1997 undirkavaður, og ein slíkur stórkavi hevur ikki rakt býin í nýggjari tíð. Kavin lá í fleiri metra hædd og ávirkaði alt lív í býnum í langa tíð. Jógvan Andrias var staddur í Tromsø undir hesum stórkavanum, og tann fyrsti sangurin á fløguni kallast ?Myrkrið kínir kava?. Orðini vóru fest á lepan hesar vikurnar í 1997.
- Hetta fyribrigdið, sum eg upplivdi á hávetri í Tromsø, fekk meg at hugsa um, hvat myrkrið hevur at siga fyri okkum menniskju. Hvussu hava vit tað við myrkrinum, bæði tí natúrliga, og tí sum kann kallast lívsins myrku síður. Nógv av tí føroysku mentanini hevur havt góðar vakstrarmøguleikar, tá heystið og veturin komu, og fólk hittust í roykstovuni. Myrkrið er bæði ræðandi og savnandi; vit koma nærri hvør øðrum, tá tað gerst myrkt. Spurningurin er, um lívsins myrku síður eru tengdar at mentunarligum rákum, sum í uppvøkstrinum festa búgv í okkum, sigur Jógvan Andrias.
Rættin til at vera barn
Jógvan Andrias sigur, at nógv, kanska tey flestu, børn og ung alt ov tíðliga fáa ov stóra ábyrgd og skulu seta seg inn í ein leiklut sum vaksin. Hetta er eitt evni, sum hevur havt áhugan hjá yrkjaranum í fleiri ár, og á fløguni eru nakrar av hesum yrkingunum tiknar við.
- Ein spurningur, eg havi sett mær, er um tað er ein gongd leið at taka spælið frá børnunum. Tað sær út til, at tey klára tær nýggju og krevjandi uppgávurnar og kunnu taka ábyrgd av sær sjálvum og kanska øðrum eisini; men so finna tey út av ? tá umhvørvið metir tey sum vaksin ? at tað kunnu tey yvirhøvur ikki. Tey vaksnu eiga at stuðla børnunum, tá tey veruliga gerast vaksin. Hetta er ikki ein spurningur um aldur, men nær eitt menniskja kann taka á seg tær uppgávurnar, sum krevjast av einum vaksnum menniskja.
- Tað er kanska ein fyribyrging, at børn sleppa at verða børn. Tí veruleikin er kanska tann, at tey sum eru vaksin hava sæð, at tey ikki klára at stýra hesum heiminum, og tískil skjótast til ber vilja lata ábyrgdina yvir á børnini.
Kennir seg aftur
Á ?Soleiðis saman? hitta vit ein persón, sum er komin fram við ungdómstíðini, og er farin at seta spurningar. Í tekstinum ?Til at liva við? hitta vit týðuliga hendan persónin.
- Hetta er ein spurningur um at tora. Persónurin er komin víðari, tá hann torir at seta spurningar. Tá hann er vorðin vaksin gerst hann meir opin fyri tí, sum kemur, og hevur ikki sama ótta fyri framtíðini. Ja, vit eru opin fyri tí, sum er og tí sum kemur, sigur Jógvan Andrias.
Persónurin á fløguni hevur verið ígjøgnum ymiskt, og tá er lætt at seta spurningin, um hetta er Jógvan Andrias og hansara lívsroyndir, vit hitta. Hetta er tó ikki heilt so einfalt, sigur hann.
- Ein og hvør lesari kann knýta tekstin hjá einum yrkjara til yrkjaran persónliga. Tað er mín vón, at tað eg skrivi, hevur eitthvørt, sum lesarin ella lurtarin kann kenna seg aftur í. Hetta er tó ikki tað, eg fyrst og fremst havi í huganum, tá eg skrivi eina yrking. Yrkingin verður til yvir eina tíð, og í hesi arbeiðsgongdini verður eitt nýtt lív fest á blað. Hvussu tað eydnast mær at fáa fram tað evnið, eg havi roynt at lýsa í yrkingini, er nakað sum lesarin má gera av.
Eitt og hvørt listaverk gevur lesara ella hyggjara møguleikan til at kaga inn í hugaheimin hjá listarfólkinum. Nú gevur Jógvan Andrias okkum møguleikan at kaga inn í hansara hugaheim, og við opnum ørmum gevur hann okkum hendan møguleikan.
Kaffikoppurin er tómur. Vit fara út í Telemarknáttina. Jógvan Andrias skal gera seg kláran til at fara heim til Føroyar. Í kvøld spælir Jógvan Andrias saman við sínum tónleikarum í Atlantis í Klaksvík. Í morgin eru teir á gamla meiarínum í Havn. Í komandi viku kemur fløgan.