Við Smyrli í 30 ár

1975: Týsdagin í hesi vikuni vóru 30 ár liðin síðani núverandi Smyril kom fyrstu ferð á Tvøroyri.
Smyril legði frá landi úr Keypmannahavn sjálvan grundlógardagin kl. 16 og kom á Tvøroyri leygarkvøldið 7. juni 1975, beint tá útvarpið byrjaði kl. 18:30.
Ætlanin var at sigla á Havnina, men útróðrarverkfallið, sum tá var, forðaði hesum. Tí varð ístaðin lagt at á Tvøroyri.
Sum myndin vísir varð eisini roynt at forða Smyrli í at leggja til bryggju har. Men hesin báturin tók seg burtur frá, og tí kundi hetta flaggskip okkara tá, leggja at landi fyrstu ferð í føroyskari havn.
Kelda: Árið ið fór