Við tí heila fyri tað hálva

Nýggi Chevrolet Epica, sum avloysir Evanda, er ein stórur og rúmligur luksusbilur við allari útgerð.

Chervolet Epica er ikki lættur at seta í bás. Hann er í sama prísklassa, sum bilar í miðalklassanum, men hvat stødd, útgerð og komforti viðvíkur er hann at sammeta við dýru luksusbilarnar.
 
Innan er alt leður og alu-lookpanel á instrumentborðinum og í gardanboksini og førarasetrið kann stillast elektriskt.    
 
Við eini longd upp á 4.80 m og eini breidd upp á 1.81 m er Epica næstan líka stórur amerikonsku Chevrolettarnir, samstundis sum hann líkist mest einum evropeiskum bili frá General Motors.
 
Eisini at koyra við er hann sum ein evropeari hvat koyrieginleikum og komforti viðvíkur. Seks sylindraði motorurin er kvikur og hoyrist næstan ikki, og plássið í kabinuni er sum eini limousinu.
 
Epica fæst við tveimum 6 syl. raðmotorum: 2,0 litur við 143 hk og 2,5 litur við 156 hk. Í vár kemur Epica eisini við 2,0 litur commonrail dieselmotori við 150 hk og snúningsmomenti upp á 310 Nm við 2.000 snúningar. Hetta verður ein kvikur og økonomiskur motorur, sum koyrir frá 0-100 upp á 9,7 sek, og oljunýtslan er 16,4 km/l (blandað koyring). Í 2,5 litur bensin- og dieselútgávuni fæst Epica við automatiskum girum.
Epica hevur tað heila. Vit kunnu t.d. nevna klimaskipan við pollenfiltri, cruise controll, koyriteldu, og el-síðuspegl við hita ið elektriskt kunnu leggjast inn móti rútinum (hetta er sera hent umborð á ferjum ella í tættari parkering). Á trygdarøkinum kunnu vit t.d. nevna ABS-bremsuskipan við EBD, airbag framman, í síðunum og gardinairbag.
 
Prísirnir byrja við kr. 228.800 fyri ein Epica LS. Epica 2.0 LT kostar kr. 255.300,- og 2,5 LT við automatisum girum kostar kr. 280.000,-