Ólavur í Beiti
Løgtingslimurin Finnur Helmsdal spurdi m.a. herfyri almanna- og heilsumálaráðharran Helenu Dam á Neystabø, hví Landssjúkrahúsið ikki játtar meira enn 2.800 krónur um mánaðin til aktivering av sjúklingunum á psykiatrisku deild? Er tað tí, aktiveringin ikki hevur týdning? Ella er tað tí, at tað arbeiðið, ið gjørt verður, ikki verður mett sum gott nokk? Og spyrjarin vildi eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við hesi viðurskifti og nær? Og eisini varð spurt, nær landsstýrismaðurin fór at koma við eini heildarætlan við atliti at bøta um korini hjá sálarliga sjúkum føroyingum?
Í svarinum sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er rætt at tað verða brúktar kr. 2810,- til klubbavirksemi til sjúklingar á Psykiatrisku deild. Tað er ikki rætt, at henda upphædd er tann einasta sum verður nýtt til virksemið, tí spyrjarin gloymir at taka lønina við til eitt starvsfólk sum er sett burturav til hetta virksemið.
? Umframt hettar ítrivsvirksemi, fáa tær einstøku deildirnar sjálvar kr. 7.403,00 um mánaðin til ymiskt ítriv. Harumframt eigur at roknast við Ergoterapideildini sum serliga er kvalifiserað til ítriv, og har arbeiða 4 fólk svarandi til umleið 3 ársverk. Eisini skal sigast, at røktarstarvsfólkið á deildini, Psykiastrisku deild í stóran mun arbeiðir við at aktivera sjúklingar. Tað ber tó ikki til at áseta, hvussu nógv er røkt og hvussu nógv er aktivering/ítriv.
Øllum tilgóðar
Og víðari sigur Helena Dam á Neystabø, at hon hevur ongar ætlanir um at leggja seg út í, hvussu tilfeingið á Landssjúkrahúsinum verður býtt út uppá ymiskar sjúklingabólkar. Hon hevur fult álit á, at Landssjúkrahúsið býtur tilfeingið soleiðis, at tað kemur øllum sjúklingum tilgóðar.Tó fer Helena Dam á Neystabø framhaldandi at virka fyri, at játtanin til sjúkrahúsverkið hækkar soleiðis at tað verður møguligt at gera neyðugar ábøtur á heilsuverkið.
? At korini hjá teimum sálarligu sjúku í Føroyum áttu at verið betri, kann eg taka undir við. Á Psykiatrisku deild liggja sjúklingar við kroniskari sálarsjúku, so at siga fyri lívið. Her kundi eg hugsað mær, at vit fingu hóskandi bústovnar ymsastaðni í landinum, har hesi fólk kundu búð og verið ansað eins og vanligir borgarar. Hinvegin eiga vit eisini at hugsa um, at spjaða vit psykiskar sjúklingar verða teir eisini longur burtur frá teimum serkønu starvsfólkunum, sum arbeiða á Psykiatrisku deild, sigur almanna- og heilsumálaráðharrin.
Størsta týdning
Og viðvíkjandi síðsta spurninginum, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað ber ikki til at siga, nær tað fyriliggur ein heildarætlan fyri tey sálarligu sjúku í Føroyum. Farið verður nú undir at samskipa uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum sjúkrahúsini í Føroyum, og verða viðurskifti teirra sálarliga sjúku eisini viðgjørd í hesum sambandi.
? Sum støðan er í dag metir eg, at tað sum hevur størstan týdning er at landsstýrið tryggjar sær, at stovnar fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, teir hava fingið tillutað. Her verður ikki hugsað bert um sjúkrahúsverkið, men eisini almannaverkið og serstovnaøkið, sigur Helena Dam á Neystabø at enda í svarinum til Finn Helmsdal.
Og Finnur Helmsdal hevur longu boðað frá, at hann hevur ætlanir um at spyrja almanna- og heilsumálaráðharran fleiri spurningar.