Viðvíkjandi støðuni á økinum børn og ung

TÍÐINDASKRIV

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fýltist í gjár í Kringvarpi Føroya á, at Barnaverndarstovan hevur úttalað seg í sambandi við ætlanina at skipa bú- og viðgerðarstovn fyri børn og ung í Mjørkadali.
Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur undir leiðslu av Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Barnaverndarstovan verður fult og heilt fíggjað av kommununum, sum eisini hava fulla ábyrgd á barnaverndarøkinum gjøgnum barnaverndartænasturnar.
Eisini er við lóg m.a. álagt Barnaverndarstovuni at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum. Hetta er ikki uttan orsøk, tí tað er nevniliga Barnaverndarstovan saman við barnaverndartænastunum kring landið, sum hava fakliga kunnleikan til tørvin hjá hvørjum einstøkum barni í skipanini.
Landsstýrið hevur sambært lóg skyldu til at veita stovnstilboð, og tí er sjálvsagt, at landsstýrið eisini hevur tørv á ráðgeving frá fakliga kunnleikanum um ítøkiligu stovnstilboðini, fyriskipanir v.m. Alt annað er at arbeiða í blindum.
Síðani Rósa Samuelsen gjørdist landsstýriskvinna, eru stórar og grundleggjandi broytingar framdar á stovnsøkinum børn og ung. Stovnarnir innan barnavernd og brek er nú eitt stovnsøkið. Stovnar og tilboð eru niðurløgd. Harumframt er alt málsøkið flutt frá Almannastovuni til Nærverk at umsita.
Á ongan hátt vórðu kommunurnar, barnaverndartænasturnar ella Barnaverndarstovan tikin við upp á ráð, tá landsstýriskvinnan tók hesar avgerðir, men vórðu bert kunnað um ætlanina at samskipa økið børn og ung.
Úrslitið er ruðuleiki og ótryggleiki, ið kommunurnar hvørki politiskt ella fakliga longur kunnu góðtaka.
Í Kringvarpstíðindunum metti landsstýriskvinnan seg nú hava trupult við at fáa ráðgeving frá Barnaverndarstovuni og harvið eisini barnaverndartænastunum vísandi til, at hesi fakliga høvdu mælt frá Mjørkadalsætlanini á fyriliggjandi grundarlagi, og at hetta var vorðið alment.
Vit, sum varða av barnaverndarøkinum, kunnu ikki noyða landsstýriskvinnuna at lurta eftir ráðgeving, tíansheldur at virka eftir ráðgevingini. Men vit kunnu tó staðfesta, at landsstýrið ikki røkir sínar skyldur, tá ið stovnstilboðini antin mangla ella als ikki samsvara við tørvin.
Tað eru kommunurnar og barnaverndartænasturnar, sum hava ábyrgdina av børnunum og teimum fyriskipanum, sum settar verða í verk. Tað eru eisini kommunurnar, sum gjalda fyri tað. Lat tí ongan iva verða um, at politiska, fíggjarliga og fakliga ábyrgdin hjá kommununum fylgir við, tá ið børnini eru í stovnstilboði hjá landinum ella uttanlands.
Tað er tí eisini sera hugstoytt at staðfesta, at arbeiðsbólkur undir Almannamálaráðnum, hvørs uppgáva m.a. annað er at endurskoða tilboð og skipanir eins og møguleikan at leggja stovnsøkið til kommunurnar, heldur ikki er tikin við uppá ráð, hvørki í sambandi við flytingina av málsøkinum til Nærverk, niðurlegging av stovnstilboðum ella Mjørkadalsætlanina.
Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag fara við hesum staðiliga at heita á landsstýriskvinnuna um at leggja á annan bógv, og taka Barnaverndarstovuna og barnaverndartænasturnar við í arbeiðið at tillaga og skipa stovnstilboðini, ið tørvur er á.
Hetta er einasta trygd fyri, at politisku avgerðirnar hjá landsstýriskvinnuni hava nøktandi fakligt grundarlag.
Tí uttan mun til, um fakligu tilmælini ikki eru í samsvari við politisku ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni, so hava vit fakliga og politiska skyldu til at taka støðið í tørvinum hjá tí einstaka barninum.

Vegna Barnaverndarstovu Føroya

Kommunusamskipan Føroya
Heðin Mortensen, formaður

Føroya Kommunufelag
Asbjørn Djurhuus, formaður