Við vegin stóð eitt skómakarahús

Í skósmiðjuni hjá Petur Jacob Højsted í Klaksvík, fært tú ikki bara umvælt skógvar og taskur. Nei, har kanst tú eisini fáa bøtt um gebissið og hoyra søgur, um tað skal vera

Við Nýggjaveg í Klaksvík er ein lítil skósmiðja. Har er stuttligt at koma framvið, tí tá skómakarin hevur eina løtu, kann tað altíð henda, at hann er tilreiðar at fortelja eina søgu. Hevur tú søgubókina við sjálv, so er leyst og liðugt beinanvegin.
Petur Jacob Højsted er ættaður úr Funningi. Sum ungur kom hann til Klaksvíkar, har hann fór í smiðjulæru á Ídni. Í nógv ár arbeiddi Petur Jakku sum maskinsmiðjur, bæði á sjógvi og landi.
Fyri nøkrum árum síðani fekk hann skaða í ryggin sum gjørdi, at hann mátti gevast at arbeiða sum maskinsmiðjur.
Men tað fekk ikki Petur Jakku at falla í fátt. Í 1991 fór hann niður at læra seg at umvæla skógvar. Hann arbeiddi eina tíð á trimum skósmiðjum niðri, einari í Haderslev og tveimum í Kolding.
Tá Petur Jakku hevði verið í Danmark eina tíð, segði lærumeistarin við hann: "Nu kan du godt rejse hjem til Færøerne". Hann helt, at nú dugdi Petur Jakku tað, sum skuldi til fyri at lata upp eina skósmiðju.
Heimafturkomin keypti Petur Jakku sær nýggjar maskinur, og á heysti 1992 fyri smáum 10 árum síðan læt skógsmiðjan við Nýggjaveg í Klaksvík upp.

Hentur skósmiðjur
Ein skósmiðjur, sum eisini hevur verið maskinsmiðjur, kann vera hentur. Einaferð kom ein kenningur til hansara við einum brotnum gebissi. Tað kom at kosta honum 12.000 krónur at fáa nýtt gebiss, hevði tannlæknin sagt.
Hesi stóru útreiðslu slapp Petur Jakku manninum undan. Við hegni og góðum lími setti hann gebissið saman aftur. Og eftir hvat vit skilja, er gebissið í fínasta standi tann dag í dag.
Nú hann er farin um pensjónsaldur, er ferðin sett nakað niður, men skósmiðjan við Nýggjaveg er enn opin hvøn dag frá 13.30 til 17.30.
Petur Jakku er giftur Thormeinu Johannesen og eiga tey børnini, Súsonnu, Knút, Símin Jákup og Joan.
Henda dagin, vit av tilvild komu framvið hjá Petur Jakku við Nýggjaveg, tóku vit hesa hugnaligu myndina. Eitt summarminni frá einum av okkara frægastu sumrum í mong ár.