Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
---
Í 2009 var sjónvarpskjak millum Jóannes Eidesgaard og Annfinn Kallsberg um, hvat var týðningarmikið í samfelagsrakstriunum. Jóannes Eidesgaard førdi fram, at nú mátti veljast, hvørt ein skuldi hava vælferð ella tunlar, og var hetta brúkt, sum grundgeving fyri, hví tunlar norður um fjall ikki kundi gerast í verandi løtu. Annfinn Kallsberg gjørdist týðiligan ávirkaður av hesum, og segði at ein kann ikki samanbera vælferð og tunlar, meðan Jóannes Eidesgaard staðfesti at raðfestingar mugu gerast í politikki. Eitt stak áhugavert og neyðugt kjak tá.
Men nógv er hent síðani tá. Tunlar norður um fjall eru samtyktir av nærum øllum Løgtingum.
Og samstundis hava vit fingið eitt álit um, hvussu vit byrgja fyri fólkaminking og fráflyting. Álitið sigur tað sum allir serfrøðingar kring knøttin siga. At útjaðari er ikki lív lagað uttan ein sterkan høvuðsstað. Tilfeingisvinna er ikki longur berandi styrki í samfeløgum kring okkum, men er tað broytt til fjøltáttaði samfeløg, har tænasta og søla er vorðin stórur partur av samfelagsbygnaðinum. Vit síggja ikki hetta sama beinleiðis í Føroyum, men vit síggja at ungdómurin hevur fatað nýggju heimsmyndina. Tí at nýggja heimsmyndin krevur útbúgving og gransking. Nú er tað ikki longur neyðugt at fylgja í fótasporunum hjá foreldrunum. “Hvad kan du blive” bøkurnar um útbúgving eru fitnaðar sera nógv, og fylla sera nógv í bókahyllunum hjá lestrarvegleiðarum um kring. Og ungdómurin lesur um møguleikarnar.
Hvat gera vit við tað?
Hvussu skal so tað føroyska samfelagið lata seg ávirka av hesum rákinum um allan heimin? Skulu vit fylgja við ella standa ímóti? Veruleikin er tó tann at tað nyttar einki, sum samfelag at standa ímóti, tí at íbúgvarnir fylgja við. Ungdómar eru farnir av landinum nú í 20 ár at útbúgva seg. Og fylgjurnar síggja vit týðuliga nú. Ístaðin fyri tey uml 700-800 fólk í hvørjum aldursbólki eru tað bert eini 400-500 í aldursbólkunum 20-40 ár. Hví fólk kring Føroyar og serliga politikkarar ikki síggja vandin við hesum, er at undrast stórliga yvur. Tey, ið eftir eru í Føroyum fortelja greitt, hvussu øll vinfólkini eru farin uttanlands í útbúgvingarørindum. Vit hava ongan fólkavøkstur og burðartalið bara minkar. Í tølum var tað lægri enn undir krígnum.
Hasir idotisku tunlarnir og vegirnir
Loysnin hjá politikkarum tó, er tann mest láturliga. Valagni má gerast, so vit gera dýrar og óneyðugar tunlar og vegir kring landið. Sjálvt um tað er ikki neyðugt.
Grundgevingin fyri tunlar norður um fjall, er í høvðusheitum at tað skal vera trygt og at byrgja fyri óhappum. Tað er opinbart enntá vorðið staðfest at tunlar norður um fjall til Viðareriðis er týðningarmiklari enn tunnilin til Hvalba. Hvat siga hagtølini?
Frá 1995 til 2010 hava tað árliga verið um 22 óhapp á landsvegunum í Norðuroyggjunum.
Í Suðuroy er tað minkað úr 40 til eini 30-20.
Í sama tíðarskeiði eru talið av akførum í báðum støðum voksið við eini 60 %.
Ferðslan er trífaldað í Norðuroyggjum úr 5 millionum km/árið til 14,7 mill km/árið, men stendur í stað í Suðuroy á 13 mill km/árið.
So hví skal tunnilin norður um fjall gerast? Hava okkara politikkarar yvurhøvur kannað ferðslumynstri? Tað vísur seg eisini, at tað eru ikki landsvegirnir, ið ikki eru vandamiklir, tað eru flest óhapp á kommunalu vegunum. Harumframt veit ein og hvør sum tekur koyrikort, at eini 90-95 % av øllum óhappum er vegna feilir hjá bilførararum.
Men allíkavæl við øktari ferðslu og sama talið av óhappum, sum hagfrøðisliga sæð er ein minking við 66 %, skal tunnilin norður um fjall gerast. 162 mill kr verða brúktar uppá 355 fólk ella næstan ½ mill/per fólki.
Kallsberg ella Eidesgaard?
Hvørjum skal man so lurta eftir? Heilt greitt, er at núverandi Løgting hevur valt at lurta eftir Annfinn Kallsberg. Hví tað verður gjørt er ein stórur spurningur, tí at hann er ikki baserðaur uppá fakta. Landsverk gjørdi enntá eina meting har tunnilin var droppaður, og ein fekk nøkunlunda somu trygd fyri helvtarprís. Men Løgtingi visti betur og valdi dýrari loysnuna.
Heildarætlanin um fólkavøkstur og fráflyting staðfesti at Føroyar bløðir umgdóm út. Loysnin er einføld. Bjóða útbúgving til tey fráflytandi, so tey vera verandi í heimlandinum. Ma. ein íløga á góðar 200 mill kr til eitt nýtt Fróðskaparsetur. Ein íløga sum ger at ungdómurin ikki flytur av landinum og at fólkavøkstur aftur verður.
Viagra til Løgtingi
Undan hvørt val, eru tað næstan altíð tey bleytu virðini sum fáa fokus, men so skjót støvið hevur lagt seg verður pillaglasið funnið fram, og tey bleytu virðini gerast hørð eftir knappari tíð.
Løgtingi ætlar at brúka 75,5 mill til umkoyringarveg í Søldarfirði (valagn hjá Kára P. Højgaard?) og fer at brúka 162 mill kr til Viðareiðis (Annfinn Kallseberg fær sín vilja). Samstundis verða allar størri møguligar samferðsluverkætlanir útsettar til 2018. M.a. Hvalbiartunnilin, ið er elsti tunnilin í landinum. Og í Hvalba og Sandvík búgva tilsaman 700 fólk, dupult so nógv sum í Viðareiði. So vita vit hvør er týðningarmiklari, ikki suðuroyingar.
Harumframt smæðist Løgtingi ikki at snakka um skilaleysar tunlar til Sandoy og Eysturoy fyri milliardir.
Og í øllum hesum verður veitarin av vælferðartænastum, tað almenna, álagt at spara.
Nøkur hjáárin av Viagra kunnu vera hjartatilburður, sjónsfeilir, svimbul, niðursettan koyriførleika og tað at brúka vandamikil tólmenni. Tykist, sum at Løgtingi hevur onkur av hesum hjáárinum, t.d. við svimbul er verri at taka skilagóðar avgerðir.
Føroyar hava longu hjartatilburð tí ungdómurin (okkara hjartablóð) fer av landinum og leitar seg til framtíðina, meðan okkara fólkavaldu heldur vil spæla við dýrar óneyðugar bilar. Stuttligt at stórsta beinleiðis hjáárin av flatskattinum, var økt bilasøla.
Eidesgaard hevði rætt
men opinbart lurtaði eingin eftir honum, ella er tað longu gloymt. Politikkur er m.a. ein spurningur um raðfestingar. Vilja vit hava eina framtíð ella vilja vit spæla við okkara bilar, er ein spurningur sum Løgtingi ikki hevur givið sær fær um.
Løgmaður segði greitt at játtanarkarmarnari vera ikki broyttur í mun til heildarætlaninina.
Um Løgtingi ger tað rætta, og satsar uppá ungdómin, hevur Føroyar eina framtíð.
Hvat skulu vit brúka fínar vegir og tunlar til tá eingi fólk eru til at koyra bilarnar?
Keldur: www.hagstova.fo, www.løgting.fo, pro.medicin.dk