Síðsti dagur, sum framsýningin um Victor Danielsen í Ribarhúsi verður opin, er í morgin Í sambandi við, at standmyndin av Victori Danielsen varð avdúkað 28. sept., læt ein framsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Framsýningin, sum í teksti og myndum lýsir lív og virki Victors, er bert opin i morgin aftrat.
Tey, sum ætla sær at vitja framsýningina, og sum enn ikki hava fingið tað í lag, hava møguleika at gera tað sunnudagin 19. oktober frá kl. 15 til 18.