VIDEO: Andrias fekk Hellas Verona á sigurskós

(Video) Her eru hæddarpunktini frá venjingardystinum Hellas Verona-Lecco 3-0 (1-0)

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona hava undan komandi kappingarárinum í næstbestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu B spælt fýra venjingardystir.

 

Verona hevur gjørt slætt borð og vunnið allar fýra venjingardystirnar.

 

Ígjár spældi Verona venjingardyst móti Lecco úr Seriu C. Verona vann dystin 3-0.

 

Andrias fekk Verona á sigurskós í 31. minutti, tá hann úr stuttari frástøðu legði Verona á odda 1-0. Í seinna hálvleiki øktu Abdou Harroui og Samuele Mulattieri um leiðsluna hjá Verona.

 

Fyrsti kappingardysturin hjá Verona hetta kappingarárið verður leiktur sunnukvøldið 16. mai klokkan 19.45. Talan er um dyst á heimavølli í steypakappingini - Coppa Italia - móti Entella sum eisini spælir í Seriu B.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-0 sigrinum hjá Hellas Verona á Lecco:

 

##med2##