VIDEO: Ari Olsen skoraði og legði upp til mál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hobro-Vendsyssel FF

Farna vikuskiftið taptu Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF 1-2 á heimavølli fyri Hobro í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld fingu Ari og liðfelagarnir hevnd fyri tapið, tá teir á útivølli í Hobro vunnu seg víðari í donsku steypakappingini við 4-0 stórsigri á Hobro.

 

Lasse Steffensen fekk Vendsyssel á sigurskós í 10. minutti. 10 minuttir undan steðginum legði Ari bóltin hegnisliga inn til Jeppe Sommer, ið økti til 2-0. Beint undan steðginum fangaði Ari ein returbólt, ið hann meddaði í netið til støðuna 3-0. Sebastian Lodberg staðfesti sigurin í 52. minutti. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-0 sigrinum hjá Vendsyssel FF. 

 

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Vendsyssel dyst á útivølli í næstbestu deildini móti gamla liðnum hjá Mattiasi Lamhauge, FC Fredericia.