B36 kom, eins og KÍ og NSÍ, ikki víðari til annað umfar í Europa League. B36 tapti í kvøld returdystin móti Kalju 2-1, og tapti harvið samanlagt 4-2.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Gestirnir úr Estlandi komu á odda í fyrra hálvleiki, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Benjamin Heinesen við frálíkum skoti. Tá skuldi B36 bara hava eitt mál, fyri at koma upp á javnt. Í eini roynd at satsa stutt fyri tíð, endaði tað við, at Kalju skoraði til 2-1.
B36-Kalju 1-2 (0-1)
Kalju heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 4-2
AIK Stokholm-KÍ 5-0 (5-0)
AIK heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 5-0
NSÍ-Dinamo Minsk 0-2 (0-1)
Dinamo Minsk heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 4-1