Video: DR við almennari umbering til føroyingar

Donsku vertirnir settu Føroyar á kortið og ringdu til Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands

Danska kringvarpið DR hevur givið eina almenna umbering til føroyingar um, at DR gloymdi at seta Føroyar á kortið av londum, sum danir kunnu ferðast til aftaná 15. juni. 

Í sendingini Aftenshowet prátaðu vertirnir við Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, sum forkláraði um, hvussu danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen ikki nevndi, at danir kunnu ferðast til Føroyar eisini.

Bara londini Noreg, Ísland og Týskland vórðu nevnd, og tí valdi Visit Faroe Islands at gera eitt átak, har heitt varð á øll um at deila myndir við hashtagginum #Færøernefindesfaktisk, soleiðis at Mette Frederiksen sær tað. Átakið hevur eydnast sera væl, og sum Guðrið Højgaard skilir á lagnum, so hevur Mette Frederiksen fingið boðini, og hon hevur tikið tey við einum smíli.

– Eg haldi, at harra og frú Danmark kanska ikki hugsa um Føroyar, tá mann planleggur sína ferð sum eitt alternativ til Fyn ella Bornholm. Man sær tað kanska meira sum eitt annað stað longur vekk, orsakað av geografisku fjarstøðuni, segði Guðrið Højgaard í sendingini.

Hygg at innslagnum frá Aftenshowet her: 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fgurihojgaard%2Fvideos%2F10222403484786760%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>