VIDEO: Eyðsýndir føroyingar í íslendsku steypafinaluni

(Video) Síggj góðar bjargingar hjá Gunnari Nielsen, og upplegg og brendan málmøguleika hjá Kaj Leo í Bartalsstovu

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hálvanannan minutt við hæddarpunktum frá íslendsku steypafinaluni, sum var millum ÍBV, sum hevði Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum, og FH, sum hevði Gunnar Nielsen í málinum.

ÍBV vann 1-0, og vann harvið íslendsku steypakappingina fyri fyrstu ferð í 19 ár. Seinast ÍBV vann í 1998 gekk tað út yvir Leiftur, sum hevði Una Arge í álopinum og Jens Martin Knudsen í málinum. ÍBV vann tá finaluna við tveimum málum ímóti ongum.

Á hæddarpunktunum síggjast tríggjar góðar bjargingar hjá Gunnari Nielsen, og upplegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu til sigursmálið, umframt ein støða ímóti dystarenda, har Gunnar Nielsen hegnisliga bjargar góðari roynd hjá Kaj Leo í Bartalsstovu.