Liðið sum Kaj Leo Í Bartalsstovu og Magnus Egilsson eru partur, og sum fyrrverandi HB-venjarin, Heimir Guðjónsson venur, Valur vann seg fyrr í dag uppá oddasessin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Valur vann 1-0 á KA. Sigursmálið kom longu í 6. minutti tá Kristinn Freyr Sigurðsson gagnnýtti ein verjukiksara hjá KA.
Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni, og fekk 77 minuttir á vøllinum. Magnus Egilsson kom á vøllin tá 73 minuttir vóru leiktir. Kaj Leo í Bartalsstovu hevði sambært Morgunblaðnum onkra naska roynd móti málinum hjá KA.
Valur er fremst í Pepsideildini við 22 stigum. Valsmenn hava fimm stig fleiri enn KR og FH, ið tó hava leikt ein dyst færri.
Komandi leygardag tekur Valur móti KR á heimavølli.
HER ber til at síggja sigursmálið, ið Valur fekk móti KA fyrr í dag:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/c3973f75-0afd-4cf8-bee0-23d95cdcc528-1597520311973" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>