VIDEO: Framúr gott hornasparksupplegg hjá Kaj Leo

(Video) Síggj málini frá dystinum KR-Valur 2-3 (1-1)

Gamli Reykjavíkar-klassikkarin millum KR og Val var á skránni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í gjárakvøldið. Valur sum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu við í byrjanaruppstillingini vann 3-2.

 

Heimaliðið, KR legði seg á odda 1-0 longu tá níggju minuttir vóru farnir. Beint undan steðginum javnaði Sebastian Hedlund við einum stútara fyri Val aftaná eitt frálíkt hornaspark sum Kaj Leo sendi innfyri.

 

Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik legði Haukur Páll Sigurðsson Val á odda, og seks minuttir seinni økti Sigurður Egill Lárusson til 3-1. KR fekk spenning í aftur dystin tá 70 minuttir vóru farnir, men valsmenn vóru omaná og vunnu frálíkan 3-2 sigur á KR.

 

Kaj Leo var skiftur út tá eitt lítið korter var eftir av dystinum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Valur móti Leiknir. 

 

HER ber til at síggja málini í dystinum millum KR og Val: https://www.visir.is/k/611b3143-8f51-45fe-9836-4d3934406676-1621329418838