VIDEO: Enn ein javnleikur hjá Fredrikstad á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Skeid 0-0

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad hevur bestu verjuna í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad hevur bara latið eitt mál inn í seks dystum. Á neiligu síðuni er, at Fredrikstad er tað liðið, ið hevur skotið fægst mál í deildini. Málmunurin hjá Fredrikstad aftaná seks dystir er 3-1.

 

Fredrikstad er einasta liðið sum er ósigrað, men fýra av seks dystum eru endaðir við javnleiki. Fredrikstad er nummar fýra við 10 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Ranheim.

 

Tað er eisini eitt vónbrot fyri mongu fjeppararnar hjá Fredrikstad, at allir tríggir heimadystirnir eru endaðir við javnleiki. Fjeppararnir eru eisini fjálturstungnir um, at liggur so illa fyri hjá Fredrikstad at skjóta mál. Tað sæst m.a. í  hesum fjepparainnlegginum í stóra lokala blaðnum, Fredrikstad Blad. 

 

Jóannes Bjartalíð leikti ígjár sín fyrsta dyst frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad leiktu javnleik 0-0 á heimavølli móti Skeid Oslo.

 

Jóannes fekk 75 minuttir á vøllinum hesaferð. 

 

Komandi leygardag spælir Fredrikstad á útivølli móti Jerv.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Skeid 0-0:

##med2##