Video: Gilli brendi góðar málmøguleikar

(Video) Síggj hæddarpunktini av dystinum Brann Bergen-Tromsø 1-0 (0-0), har Gilli R. Sørensen átti at havt skorað

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í norsku tippuliguni millum Brann Bergen og Tromsø, sum var leiktur á Brann leikvøllinum í Bergen ígjár.

 

Brann Bergen vann 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Føroyski landsliðsleikarin, Gilli R. Sørensen var við í nógvum, og hann hevði góðar møguleikar at skora sítt fyrsta mál fyri Brann Bergen, men tað eydnaðist tíverri ikki.

 

Brann Bergen liggur á einum silvurplássi í tippuliguni. Teir eru tvey stig frammanfyri Odd.