Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB móti Derry City í býnum sum á pappírinum eitur Londonderry, og sum liggur í Norðurírlandi. Flestu íbúgvarnir vilja tó bert nevna býin Derry, og hóast býurin liggur í Norðurírlandi spælir Derry City í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Fyrri dysturin í Europa Conference League undankappingini millum HB og Derry City á Tórsvølli endaði 0-0.
HER síggjast hæddarpunktini frá tí dystinum:
##med2##
Derry City er greiður favorittur hjá 16 veddingarfyritøkum at vinna á HB í kvøld.
Oddsini upp á heimasigur til Derry City liggja millum 1,43 og 1,54.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 6,00 og 8,20, so HB er "underdog" í kvøld.
Tó hevur Derry City ikki vunnið seg víðari í einari evropeiskari kapping síðani 2014, tá teir vunnu 4-0 og 5-0 á Aberystwyth Town úr Wales.
HER eru oddsini:
##med3##