Sigtór Thorvaldsson Lützen hevur í morgun lagt hetta videoið út av grindini, ið varð funnin út fyri Syðradali. Tað var í Syðradali, at fólk funnu grindina í morgun, sum í løtuni verður rikin antin til Vestmanna ella Vágar.
Tað nýggjasta er, at ein grind er funnin aftrat í Hestfirði. Tann grindin verður væntandi rikin til Havnar og verður mett, at grindirnar hvør sær eru um 200 hval.