Video: Hæddarpunkt FC Midtjylland-OB 1-0 (1-0)

Video: Eitt mál tíðliga í dystinum feldi Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnar í OB

 

Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson fekk fulla spælitíð, tá lið hansara, OB í dysti í donsku superliguni spældi á útivølli í Herning ímóti FC Midtjylland.

 

FC Midtjylland vann 1-0 við einum máli, sum Rasmus Nissen skoraði longu tá fýra minuttir vóru farnir av dystinum.

 

OB hevði nakrar risastórar málmøguleikar, men fjónbúgvarnir tóku ikki av. Í 79. minutti fekk Jóan Símun Edmundsson annars tað gula kortið.

 

Hóskvøldið tekur OB ímóti Esbjerg á heimavølli. 

 

Støðan í donsku superliguni, har tað ikki stendur nakað serliga væl til hjá OB :

 

1FCK18 1350    40:8  44
2Brøndby18 105339:1535
3FC Midtjylland18 95437:2032
4Randers FC18   95425:1932
5Lyngby18 83718:1727
6SønderjyskE18   76523:2427
7AC Horsens18  66622:3124
8AaB18    64819:2622
9Nordsjælland18 5728:3321
10AGF18      55 827:3020
11Silkeborg18 47 722:3219
12OB18         35 1014:2714
13Viborg18 34 1120:3013
14Esbjerg18 261019:4112