Ígjár var ein dystur í donsku superliguni ímillum AC Horsens og FC Midtjylland, har føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, var við frá byrjan hjá AC Horsens.
Tað eydnaðist tó ikki Hallur Hansson og liðfeløgunum at fáa stig burturúr heimadystinum ímóti FC Midtjylland, tí dysturin endaði við einum teprum 0-1 sigri til FC Midtjylland. Einsamalla málið í dystinum kom eitt gott korter fyri leiklok, tá vinstri bakkurin, Marc Dal Hende, skoraði fyri FC Midtjylland.
Hallur Hansson var á vøllinum allar 90 minuttirnar fyri AC Horsens. Í Superliguni er stórur spenningur um meistaraheitið, har Brøndby og FC Midtjylland í løtuni liggja lið um lið í oddinum av deildini við 63 stigum. AC Horsens liggur nummar seks í deildini við 35 stigum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, ið vísa, at Hallur Hansson hevði við neyvleika og hepni skorað fyri AC Horsens.