Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens liggja aftast í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni við bert 13 stigum. 11 stig eru upp til triðaftasta plássi sum merkir bjarging til at spæla í donsku superliguni komandi ár.
AC Horsens lá væl fyri at fáa trý stig í dag tá teir tóku móti OB á CASA-leikvøllinum í Horsens. Louka Prip fekk AC Horsens á sigurskós tá ein stórur hálvur tím var spældur av dystinum. Í 90. minutti javnaði Issam Jebali fyri OB aftaná hornaspark, ið var sera óheppið fyri AC Horsens.
Hallur Hansson kom á vøllin fyri AC Horsens tá 66 minuttir vóru spældir av dystinum.
AC Horsens – OB 1-1 (1-0)
1-0 Louka Prip (33.)
1-1 Issam Jebali (90.)
Komandi leygardag spælir AC Horsens á útivølli móti SønderjyskE.
Nr | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | OB | 23 | 7 | 8 | 8 | 26 - 29 | 29 stig | |
2 | Sønderjyske | 22 | 8 | 4 | 10 | 30 - 32 | 28 | |
3 | AaB | 22 | 7 | 7 | 8 | 24 - 30 | 28 | |
4 | Vejle | 22 | 6 | 6 | 10 | 25 - 37 | 24 stig | |
5 | Lyngby | 22 | 5 | 5 | 12 | 25 - 43 | 20 | |
6 | AC Horsens | 23 | 2 | 7 | 14 | 16 - 38 | 13 stig |
HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og OB:
##med2##