Leygardagin klokkan 13 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia.
Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.
Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai.
Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.
HER ber til at stroyma lutakastið:
##med2##
Um lutakastið í morgin sigur landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen: - Eg havi sum so einki ávíst lið, sum eg vil møta. Eg trúgvi, at vit hava møguleikan at spæla okkum til HM endaspælið, óansæð hvørjum vit møta, so vónirnar eru góðar. Sigur Pauli Jacobsen í stuttari viðmerking til in.fo.