Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu ígjár í dysti á útivølli í týsku bundesliguni stórsigur 43-28 á Göppingen. Í steðginum vóru berlinararnir frammanfyri 21-11.
Tað gekk væl hjá Hákuni, ið skoraði fimm mál upp á seks málroyndir. Tíverri fyri Füchse Berlin vann Melsungen eisini sín dyst, so bæði liðini hava 50 stig hvør fyri 30 dystir.
Hóskvøldið 29. mai klokkan 19 verður toppdystir í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá taka Hákun og liðfelagarnir móti Melsungen.
HER ber til frá Youtube-rásini Siggi_Channel at síggja tey fimm málini Hákun skoraði í dystinum ígjár:
##med2##