42 ára gamli føroyingurin, sum seinastu tíðina hevur verið í rættinum í Lyngby í Danmark í sambandi við eitt mál um pedofili, varð í dag dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulrevsing, umframt sakarmálskostnaðin og 100.000 krónur.
Maðurin fekk sostatt júst sama dóm sum mamman at barninum, sum gjørdi seg inn á barnið. Pápi at kvinnuni, sum er dømd fyri at hava gjørt seg inná son sín, varð eisini dømdur fyri at hava havt samlegu við sínari vaksnu dóttur - also abbin og mamman at tí 4 ára gamla dronginum.
Hetta málið hevur vakt stóran ans eisini í Danmark, tí tað er eitt serstakt mál í tann mun, at 42 ára gamli føroyingurin varð royndur í rættinum og dømdur fyri at hava eggjað til pedofili. Fyrr í dag skrivaðu fleiri danskir miðlar um hendan áhugaverda spurning, sum er - hevur maðurin størri ella minni ábyrgd enn mamman? Dómarin kom so til tað niðurstøðu, at hann hevði júst somu ábyrgd sum mamman, og at teirra handlingar sostatt kunnu javnsetast.
Maðurin sjálvur segði annars í rættinum í dag, at hann hevði verið býttur og gjørd nakað tápiligt, men at hann tó ikki hevði vitað av, at kvinnan framdi hesar gerðir í veruleikanum. Maðurin hevur kært dómin til hægri dómstól. Trýst á pílin fyri at hoyra føroyska dómaran avsiga dómin.
Upptøkurnar hevur Kringvarpið gjørt.