Video: Hesin dysturin skal gloymast

U17 landsliðið hjá dreingjum tapti greitt fyri Írlandi

Mikudagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í næsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Írland, og úrslitið gjørdist ein tryggur 4-0 sigur til írar, sum vóru frammanfyri við tveimum málum í steðginum.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

- Nógva ferðingini seinastu dagarnar merktist, men tað skal alíkavæl ikki vera nøkur umbering fyri tapið. Lítið og einki av okkara spæli riggaði, so hesin dystur skal gloymast skjótast gjørligt, segði føroyski liðskiparin, Fróði Pætursson Rasmussen eftir tapið fyri írum.

 

Sum heild var írska liðið betri, og tað var sjálvdan at okkara megnaðu at trýsta írska liðið, sum var væl fyri tekniskt og kropsliga. Tá níggju minuttir vóru spældir legði Aaron Connoly Írland á odda, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin økti Connoly til 2-0.

 

Les eisin: U17 umsíður komið til Kýpros

 

Tá seinni hálvleikur byrjaði sluppu okkara dreingir so umsíðir sjálvir at uppliva veruliga ”sandstorm”. Spældir vóru ikki meir enn tríggir minuttir av seinna hálvleiki, so var støðan 4-0 til Írlandi. Adam Idah og Jordan Doherty. Hesa fyrstu løtuna leikaði hart á, men føroyska verjan kom á rættkjøl aftur, og fekk lukkað av restina av dystinum.

 

- Nú ræður um at hyggja frameftir, og so konsentrera vit okkum um næsta uppgávu, sum verður fríggjadagin ímóti Kýpros, sigur Fróði Pætursson Rasmussen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í dystinum millum Slovakia og Kýpros gjørdist úrslitið 2-1 til slovakar. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið sum verður í Kroatia í summar. Harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Írlandi. Úrslitið gjørdist 4-0 til írar - Mynd: Pól F. Joensen.